Myndakort
Vilt tú hava eitt gjaldskort, sum ikki er líka sum nakað annað kort í heiminum? Hjá okkum hevur tú møguleikan at sniðgeva títt egna kort við einari mynd av egnum vali.
Tvey kort í at velja
Tú kanst velja at fáa myndakort antin sum VISA/Dankort ella sum Mastercard Debit Standard. Umframt vanligu ásetingarnar fyri gjaldskort eru nakrar serstakar treytir fyri myndakort.
Hent leinki
Treytir
Bankin ger av, um tann innsenda myndin kann góðtakast. Ávísar treytir viðvíkjandi myndatilfari o.ø. skulu haldast:
-
Búmerkið hjá BankNordik skal verða týðuliga sjónligt á kortinum. BankNordik tilskilar sær rættin til at avvísa umsóknir um myndakort, um búmerkið ikki sæst nóg væl.
-
Myndaformatið skal vera jpeg, tiff ella png og støddin skal vera 1020 x 640 pixlar. Myndin má ikki fylla meira enn 3 MB.
Dømi um myndir og tekst, ið ikki verða góðtikin
-
Búmerki ella vørumerki hjá fyritøkum, ella tekstir og myndir, ið vísa til felagsskapir, vørumerki og ítróttarfeløg.
-
Slagorð, nøvn ella ímyndir, sum kunnu minna um fyritøkur, og myndir, sum eru vardar av upphavsrætti.
-
Myndir av persónum krevja loyvi frá persóninum ella næsta avvarðandi. BanklNordik gongur út frá, at slíkt loyvi fyriliggur, men BankNordik kann til eina og hvørja tíð krevja at fáa skrivlig loyvi.
-
Figurar úr teknirøðum ella skemtitekningar og olympisk búmerki og líknandi
-
Pengaseðlar, telefonnummur, teldupost- og heimasíðuadressur.
-
Metalliskur bakgrundslitur og myndir, ið kunnu órógva trygdarmerkið á kortinum
-
Átrúnaðarligar útsagnir, felagsskapir ella flokkar. Politiskar útsagnir, ímyndir, ið eru rasistiskar. Útsagnir ella ímyndir, ið eru rasisitiskar.
-
Myndir av harðskapi ella vápnum og kynslig evni (bæði av listarligum og pornografiskum slagi).
-
Myndir, ið kunnu fáa myndakortið at líkjast einum samleikakorti.