Nýtt snið
Vit hava fingið eitt nýtt, nútímans snið á okkara Visa- og Mastercard. Kortini eru nú loddrætt, og allir upplýsingar standa nú á baksíðuni.
Tá broytingar verða gjørdar, er natúrligt, at spurningar stinga seg upp – tí hava vit savnað svar upp á teir mest vanligu spurningarnar her á síðuni.
Finnur tú ikki tað, tú leitar eftir, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum – vit hjálpa tær fegin víðari.
Tá broytingar verða gjørdar, er natúrligt, at spurningar stinga seg upp – tí hava vit savnað svar upp á teir mest vanligu spurningarnar her á síðuni.
Finnur tú ikki tað, tú leitar eftir, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum – vit hjálpa tær fegin víðari.
Ofta spurdir spurningar
Kann eg framvegis brúka kortið á sama hátt sum fyrr?
Ja, kortið virkar akkurát sum áður – í handlum, sjálvtøkum og á netinum. Broytingin snýr seg bert um sniðið.
Skal eg venda kortinum øðrvísi í sjálvtøku ella terminali?
Nei, bæði flísin (kippið) og magnetstrikan sita á sama stað sum áður, so tú skalt ikki gera nakað øðrvísi.
Má eg sjálv/ur bíleggja nýtt kort?
Nei, tú fært sjálvvirkandi eitt nýtt kort, tá tað gamla gongur út – ella um tú sjálv/ur biður um eitt nýtt.
Nær fái eg nýggja kortið mítt?
Kann eg brúka gamla kortið framvegis?
Ja, inntil tað gongur út ella tú sjálv/ur sperrar tað.
Ávirkar hetta mítt kort í Apple Pay/Google Pay?
Nei, títt talgilda kort virkar sum vanligt. Tú skalt einki gera.
Má eg gera nakað fyri at dagføra mítt kort talgilt?
Hvar finni eg kortnummar og gildi-tíð?
Øll upplýsingarnar (kortnummar, gildi-tíð og trygdarkoda/CVC) standa nú samlaðar á baksíðuni.
Hví eru upplýsingarnar fluttar á baksíðuna?
Tað ger kortið tryggari, tí upplýsingarnar eru ikki so sjónligar, tá tú rindar í einum handli - og tað ger kortið reinari at hyggja eftir og lættari at lesa.
Er kortið tryggari við upplýsingunum á baksíðuni?
Ja, tað gerst tryggari, tí onnur síggja ikki longur upplýsingarnar, tá tú brúkar kortið.
Hvat geri eg, um upplýsingarnar á baksíðuni verða slitnar?
Um tølini gerast torfør at lesa, kanst tú altíð bíleggja eitt nýtt kort gjøgnum netbankan, appina ella við at seta teg í samband við okkum.
Hví hava tit broytt til lodrætt snið?
Tí í dag brúka vit flest øll kortið lodrætt í terminalum og í digitalum gjaldsloysnum. Hetta sniðið gevur kortinum eitt nútímans og reint snið.
Er tað bara sniðið, sum er broytt?
Ja. Funktiónir, prísir og treytir eru tær somu sum áður.
Passar kortið framvegis í mína pung ella korthaldara?
Ja, støddin er akkurát tann sama – tað er bara útsjóndin, sum er broytt.