Orkulán
Orkulán er til tín, ið hevur ætlanir um at gera orkusparandi og umhvørvis-vinarligar ábøtur á bústaðin.
Umframt at bústaðurin fer at brúka minni av orku og sostatt gerst meira umhvørvisvinarligur, eru grønar loysnir eisini góðar fyri tín pengapung.
Læn upp til 500.000 kr.
Við einum orkuláni kanst tú læna upp til 500.000 kr. við eini afturgjaldstíð, ið er upp til 30 ár. Les meira longur niðri á síðuni.
Orkulán kann nýtast til:
- Bjálving av bústaði
- Nýggj vindeygu
- Nýggja tekju ella klædning
- Nýggja ella alternativa orkuskipan
- Vinnuligar bygningar
- Uppíbygging
- Nýbygging
Visti tú...
... at tú kanst gera størst mun við at skifta oljufýringina út við eina grøna orkuskipan?
Orkulán við lagaligari rentu
Við einum orkuláni kanst tú læna upp til 500.000 kr. við eini afturgjaldstíð, ið er upp til 30 ár. Harafturat fært tú lagaliga rentu.