Lán til lutaíbúð
Fígging til lutaíbúð
Tá ið tú skalt hava fígging til eina lutaíbúð, fært tú lán frá bankanum og ikki gjøgnum eitt kredittfelag. Hetta merkir sostatt, at lánið verður við skiftandi rentu.
Harafturat er tað umráðandi, at tú hevur eina góða fíggjarstøðu, soleiðis at rúm er fyri eini møguligari rentuhækking.

Bílegg ein fund
Manglar tær fígging til einalutaíbúð, ert tú altíð vælkomin at bíleggja ein fund við okkum, har vit samankunnu hyggja eftir loysnum, sum hóska til júst tína fíggjarstøðu.
