Soleiðis fáa tú og títt barn Young Money

Góðir peningavanar byrja tíðliga. Við Young Money kunnu børn og ung frá 7 til 17 ár læra at halda skil á sínum pengum, spara upp og fáa eina betri fatan av pengum og nýtslu.

Young Money er ein ókeypis app til børn og foreldur, har tit saman kunnu fylgja við pengunum hjá barninum. Barnið fær sítt egna yvirlit, meðan tú sum foreldur kanst fylgja við, geva lummapengar og hjálpa barninum at røkka sínum uppsparingarmálum.

Appin, sum gevur barninum yvirlit yvir pengarnar

Í dag verða flestu gjøld goldin talgilt, og tí kann tað vera trupult hjá børnum at skilja virðið á pengum. Við Young Money fær barnið eitt greitt yvirlit yvir sínar pengar og lærir at halda skil á nýtsluni og spara saman. Sum foreldur kanst tú fylgja við og hjálpa barninum at fáa góðar pengavanar. Fyri at brúka Young Money skal barnið hava eina kontu í Føroya Banka.

Sí treytir

Hetta kanst tú sum foreldur:

  • Fylgja við nýtsluni hjá barninum
  • Geva fastar lummapengar
  • Hjálpa barninum at spara saman
  • Geva uppgávur, sum barnið kann fáa pengar fyri
  • Geva peningagávur

Hetta kann barnið:

Frá 7 árum:

  • Síggja pengar, sum fara inn og út av kontuni
  • Seta sær samansparingarmál
  • Seta mark fyri vikuligari nýtslu
  • Síggja, tá tú hevur lovað eyka pening til eitt samansparingarmál

 

Frá 13 árum kann barnið eisini:

  • Flyta pengar millum sínar kontur
  • Halda skil á, hvør skyldar hvørjum pengar
  • Skjóta upp uppgávur heima, sum tað kann fáa pengar fyri

 

Soleiðis koma tit í gongd

Fyri at brúka Young Money skal barnið hava eina kontu í bankanum, og tú skalt hava heimild at síggja kontuna hjá barninum.

  1. Tak Young Money niður í App Store ella Google Play.
  2. Rita inn sum foreldur og set appina upp.
  3. Knýt kontuna hjá barninum at appini.
  4. Tak appina niður á telefonina ella teldilin hjá barninum og virkja hana við QR-kotuni í tíni app.

Sí vegleiðing her 

Nú eru tit klár at brúka Young Money saman.

Tak Yount Money niður (leinkja)

 

Ofta spurdir spurningar

Appin

Hvør kann fáa Young Money?
Young Money er ein app hjá Føroya Banka til børn og ung millum 7 og 17 ár og foreldur teirra.

Fyri at brúka appina skal barnið hava minst eina kontu í Føroya Banka. Vil barnið stovna samansparingarmál, skal tað hava tvær kontur. Barnið skal eisini hava sína egnu fartelefon ella teldil.
Kunnu bæði foreldrini brúka appina?
Ja, bæði foreldrini kunnu taka Young Money niður og brúka appina saman við barninum. Tað krevur tó, at bæði hava fulltrú til kontur barnsins.

Bæði kunnu fylgja við nýtsluni og samansparingini hjá barninum og flyta pengar til barnið. Tó er tað bara tað foreldrið, sum hevur knýtt barnið at appini við QR-kotu, sum fær umbønir frá barninum um pengar.
Kann sama barn brúka appina á fleiri eindum?
Ja, barnið kann hava Young Money bæði á fartelefonini og á teldlinum.
Kunnu tvey børn ella eitt foreldur og eitt barn brúka appina á somu eind?
Nei, Young Money loyvir bara einum brúkara á hvørjari eind. Tí skulu foreldur og barn hava appina á hvør sínari fartelefon ella teldli.

Skulu fleiri børn brúka appina, má hvørt barn eisini hava sína egnu eind.
Virkar appin eisini á teldlum?
Ja, Young Money virkar bæði á fartelefonum og teldlum við iOS ella Android.

Gev gætur, at hvør brúkari skal hava sína egnu eind.
Kostar tað nakað at brúka Young Money?
Nei, Young Money er ein ókeypis app til kundar í Føroya Banka millum 7 og 17 ár og foreldur teirra.
Barnið hevur gloymt atgongdarkotuna til appina. Hvat gera vit?
Barnið kann altíð nullstilla appina við at trýsta á „Nullstilla app“ á innritanarskíggjanum.

Síðani skalt tú sum foreldur gera eina nýggja QR-kotu til barnið undir stillingum í tínari app.

Tá barnið kemur á byrjanarsíðuna í appini, skal tað trýsta á „Skanna kotu“ og skanna nýggju QR-kotuna.

At enda velur barnið eina nýggja atgongdarkotu, og so er appin klár at brúka aftur.
Hvat geri eg sum foreldur, um eg havi gloymt atgongdarkotuna?

Tú kanst altíð nullstilla appina undir stillingum.

Tá tú hevur nullstillað appina, skalt tú rita inn av nýggjum við talgildari samleikaváttan og velja eina nýggja atgongdarkotu.

Appin hjá barninum virkar framvegis, hóast tú nullstillar tína app.

Hvat merkir lítla ikonið við studentahúgvuni á kontuni hjá barninum?
Tá tú ella barnið trýsta á ikonið, fáa tit eitt yvirlit yvir, hvussu nógvir pengar eru komnir inn á kontuna, hvussu nógvir eru brúktir, og hvussu nógv er eftir á kontuni.
Hví kann barnið ikki síggja sína kontu í appini, tá eg kann síggja hana og broyta stillingarnar?
Barnið kann bara síggja tær kontur, sum foreldrið, ið hevur knýtt barnið at appini, hevur fulltrú til.

Hevur pápin til dømis knýtt barnið at appini, men ikki fulltrú til eina ávísa kontu, kann barnið heldur ikki síggja hesa kontuna í Young Money.

Set teg í samband við tín ráðgeva í Føroya Banka, um barnið ikki hevur atgongd til eina kontu í appini.

Treytir og flytingar

Nær kann barnið flyta pengar millum sínar egnu kontur?
Tá barnið fyllir 13 ár, kanst tú sum foreldur geva barninum loyvi at flyta pengar millum sínar egnu kontur í Young Money-appini.
Hvussu flyti eg pengar til barnið?
Trýst á ikonið fyri flytingar í niðastu valmyndini. Vel síðani upphædd og skriva møguliga eina viðmerking til flytingina.

Tú kanst flyta pengar til øll børn, sum eru knýtt at tínari app.
Hvussu kann barnið biðja meg um pengar?
Barnið skal trýsta á ikonið fyri flytingar í niðastu valmyndini. Síðani skal barnið velja upphædd, møguliga skriva eina viðmerking og at enda trýsta á „Bið um pengar“.
Hvussu flytir barnið pengar av samansparingarkontuni til Young Money-kontuna í appini?

7–12 ár:

  • Barnið skal trýsta á knøttin mitt í niðastu valmyndini og velja „Bið um pengar“.

  • Tú fært eina umbøn, sum tú skalt góðkenna.

  • Tá tú hevur góðkent umbønina, kann barnið síggja upphæddina á sínari Young Money-kontu í appini.

13–17 ár:

  • Tú kanst sum foreldur geva barninum loyvi at flyta pengar millum sínar egnu kontur. Hetta gert tú undir stillingunum hjá barninum í tínari app.

  • Barnið skal trýsta á knøttin mitt í niðastu valmyndini og velja „Send pengar“.

  • Pengarnir síggjast síðani á kontuni, sum barnið hevur valt.

Hvussu kann barnið flyta pengar til mín?
Barnið kann flyta pengar til tín við at trýsta á ikonið fyri flytingar mitt í niðastu valmyndini og síðani velja „Flyt pengar“.

Hesin møguleikin er tó ikki tøkur, fyrr enn barnið er fylt 13 ár.
Kann barnið brúka fleiri pengar, enn tað hevur á kontuni?
Nei. Hevur barnið eitt gjaldskort knýtt at kontuni, verður saldan kannað, tá kortið verður brúkt. Tað merkir, at barnið bara kann brúka teir pengarnar, sum eru á kontuni.
Kann barnið flyta pengar til onnur enn foreldrini í appini?
Nei, tað ber ikki til at flyta pengar til triðjapart gjøgnum appina. Young Money er ein afturlatin skipan, sum bara er ætlað børnum og foreldrum teirra.
Hvar velji eg kontuna, sum pengar til lummapengar, uppgávur og peningagávur skulu flytast av?
Tú kanst velja ta kontuna, sum pengarnir skulu flytast av til barnið.

Trýst á „Valmynd“ niðast í appini. Vel síðani „Stillingar“ og „Mínar kontur“. Her kanst tú velja, hvør konta skal brúkast til flytingarnar.
Hvussu seti eg lummapengar upp til barnið?
Tú kanst seta lummapengar upp við at trýsta á „Valmynd“ niðast í appini.

Vel síðani „Stillingar“ og barnið, sum skal fáa lummapengar. Trýst á „Lummapengar“ og fylg vegleiðingini.
Hvussu broyti ella striki eg lummapengar til barnið?
Tú kanst broyta ella strika lummapengar við at trýsta á „Valmynd“ niðast í appini.

Vel síðani „Stillingar“ og barnið, sum tú vilt broyta ella strika lummapengar hjá. Trýst á „Lummapengar“ og ger tær broytingar, tú ynskir.

Samansparingarmál

Nær kann barnið stovna samansparingarmál?
Barnið kann stovna samansparingarmál, óansæð aldur.

Fyri at brúka henda møguleikan skal barnið hava atgongd til minst tvær kontur í appini. Tú kanst sum foreldur velja hetta undir „Valmynd“, har tú kanst broyta stillingarnar hjá barninum.

Hevur barnið ikki tær neyðugu konturnar, kanst tú seta teg í samband við tín ráðgeva í Føroya Banka fyri at fáa tær stovnaðar.
Hvussu stovnar barnið eitt samansparingarmál?
Barnið skal trýsta á „Kontur“ í niðastu valmyndini og velja „Samansparingarkonta“.

Her kann barnið stovna so nógv samansparingarmál, sum tað ynskir.
Hvar kann eg síggja samansparingarmálini hjá barninum?
Trýst á „Kontur“ í niðastu valmyndini og vel samansparingarkontuna hjá barninum. Her kanst tú síggja samansparingarmálini hjá barninum.
Hvussu broytir barnið raðfylgjuna á sínum samansparingarmálum?
Barnið skal trýsta á „Kontur“ í niðastu valmyndini og velja „Samansparingarkonta“.

Síðani skal barnið trýsta á „Legg samansparingarmál afturat...“.

Ovast á síðuni kann barnið brúka pílarnar til at broyta raðfylgjuna á sínum samansparingarmálum.
Hvussu kann eg geva barninum eina eyka peningaliga løn fyri at røkka einum samansparingarmáli?
Trýst á samansparingarkontuna hjá barninum og vel „Boost samansparingarmál“.

Trýst síðani á „Stovna boost“, vel eina upphædd og trýst á „Goym“.
Nær fær barnið boost-upphæddina?
Tá barnið røkkur sínum samansparingarmáli, verður boost-upphæddin sjálvvirkandi flutt av tínari kontu á samansparingarkontuna hjá barninum.
Kann barnið lækka samansparingarmálið fyri at fáa boost-upphæddina?
Nei. Um barnið lækkar upphæddina á sínum samansparingarmáli, verður boost-upphæddin sjálvvirkandi strikað.

Barnið kann tí ikki fáa boost-upphæddina við at lækka sítt samansparingarmál.
Fylgir boostið við, um barnið broytir raðfylgjuna á samansparingarmálunum?
Nei, eitt boost er knýtt at einum ávísum samansparingarmáli.

Um barnið broytir raðfylgjuna á sínum samansparingarmálum, verður boostið tí ikki sjálvvirkandi flutt til eitt annað mál.
Kann eg geva boost til fleiri samansparingarmál?
Nei, tú kanst bara geva boost til eitt samansparingarmál í senn, og tað skal vera samansparingarmálið, sum stendur ovast.
Kann barnið síggja boost-upphæddina?

Nei, tað eru bara foreldrini, sum kunnu síggja boost-upphæddina.

Tá tú hevur givið boost til eitt samansparingarmál, fær barnið boð í appini og kann síggja eitt boost-ikon við samansparingarmálið.

Sálv upphæddin er fjald, so barnið verður eggjað til at spyrja foreldrini um boostið.

Hvussu strikar barnið eitt samansparingarmál?
Barnið skal trýsta á samansparingarmálið og síðani á reyða ruskspannaríkonið ovast á skíggjanum.

Nýtsluhámark

Hvussu setur barnið eitt nýtslumark?
Barnið kann seta eitt nýtslumark undir „Valmynd“ niðast í appini.

Her skal barnið trýsta á „Nýtslumark“ og velja, hvussu nógvar pengar tað vil brúka um vikuna ella mánaðin.

Appin hjálpir síðani barninum at halda skil á nýtsluni og fylgja sínum máli.
Hvar kann barnið síggja nýtslumarkið?
Barnið kann síggja nýtslumarkið við at trýsta á Young Money-kontuna og síðani á ikonið við lestrarhúgvuni ovast í høgra horni í appini.

Her fær barnið eisini eitt yvirlit yvir, hvussu nógvir pengar eru komnir inn á kontuna, hvussu nógvir eru brúktir, og hvussu nógv er eftir.
Er nýtslumarkið eisini galdandi fyri gjaldskortið hjá barninum?
Nei, nýtslumarkið er bara eitt mál í appini, sum hjálpir barninum at halda skil á nýtsluni.

Nýtslumarkið avmarkar ikki, hvussu nógvar pengar barnið kann brúka við gjaldskortinum.

Uppgávur

Hvussu stovni eg eina uppgávu til barnið?
Tú kanst stovna eina uppgávu við at trýsta á uppgávuikonið í niðastu valmyndini. Vel síðani „Stovna uppgávu“ og fylg vegleiðingini.

Tá tú hevur sent uppgávuna, fær barnið eina fráboðan og kann síggja nýggju uppgávuna í appini.
Hvussu broyti eg eina uppgávu, sum eg havi stovnað til barnið?
Trýst á „Uppgávur“, vel barnið og síðani uppgávuna, sum tú vilt broyta.

Her kanst tú broyta bæði upphæddina og tekstin.
Hvussu stovni eg eina fasta uppgávu til barnið?
Tú kanst stovna eina fasta uppgávu við at trýsta á uppgávuikonið í niðastu valmyndini. Vel síðani „Stovna uppgávu“ og fylg vegleiðingini.

Skal uppgávan endurtakast, velur tú „Vel endurtøku av uppgávu“ og ásetur, hvussu ofta uppgávan skal endurtakast.

Tá tú hevur sent uppgávuna, fær barnið eina fráboðan og kann síggja nýggju uppgávuna í appini.
Hvussu broyti eg fastar uppgávur?
Trýst á uppgávuikonið í niðastu valmyndini og vel „Fastar uppgávur“.

Her kanst tú broyta ella strika tær føstu uppgávurnar.
Kann eg stovna uppgávur uttan upphædd?
Ja, tú kanst væl stovna uppgávur uttan upphædd. Tú skalt bara seta upphæddina til 0 kr., tá tú stovnar uppgávuna.

Trýst á uppgávuikonið í niðastu valmyndini, vel „Stovna uppgávu“ og fylg vegleiðingini.

Tá tú hevur sent uppgávuna, fær barnið eina fráboðan og kann síggja nýggju uppgávuna í appini.
Hvussu loysir barnið eina uppgávu?
Tá tú stovnar eina uppgávu til barnið, fær tað eina fráboðan í appini.

Undir „Uppgávur“ í niðastu valmyndini kann barnið síggja sínar uppgávur, bæði tær, sum ikki eru loystar, og tær, sum eru loystar.

Tá barnið hevur loyst eina uppgávu, kann tað leggja eina mynd við og strúka á „Uppgáva loyst“.

Tú fært síðani eina fráboðan, og upphæddin verður sjálvvirkandi flutt á kontuna, sum tú hevur valt sum móttakarakontu.
Hvar kann eg síggja uppgávurnar, sum eg havi stovnað til barnið?
Trýst á uppgávuíkonið í niðastu valmyndini.

Her kanst tú síggja allar uppgávurnar hjá barninum, bæði tær, sum ikki eru loystar, og tær, sum eru loystar.

Tú kanst eisini síggja, hvussu nógv tær óloystu uppgávurnar eru verdar í krónum.
Hvar kann barnið stovna sínar egnu ynskiuppgávur?
Er barnið eldri enn 13 ár, kann tað sjálvt koma við uppskotum til uppgávur.

Barnið skal trýsta á „Uppgávur“ í niðastu valmyndini og síðani á pluss-tekninum (+) ovast í høgra horni. Síðani skal tað fylgja vegleiðingini.

Við ynskiuppgávum kann barnið sjálvt koma við hugskotum til uppgávur, sum tað hevur hug at loysa.

Peningagávur

Hvussu sendi eg eina talgilda peningagávu til barnið?
Trýst á „Valmynd“ og síðani á „Gávur“ og fylg vegleiðingini.

Tú kanst eisini skriva eina persónliga heilsan til gávuna.

Gávan verður send til appina hjá barninum. Tá barnið letur gávuna upp, sæst ein animatión saman við tínari heilsan og upphæddini.
Hvussu geri eg eina peningagávu, sum eg kann prenta út og geva barninum?

Trýst á „Valmynd“ og síðani á „Gávur“ og fylg vegleiðingini.

Tú kanst eisini skriva eina persónliga heilsan til gávuna.

  • Vilt tú geva eina gávu, sum barnið kann fáa í hondina, skalt tú rulla niður og velja „Prenta gávu“ í staðin fyri at senda gávuna beinleiðis til appina hjá barninum. Síðani kanst tú prenta PDF-fíluna út og pakka hana inn sum eina vanliga gávu.
  • Fyri at lata gávuna upp skal barnið opna Young Money-appina og trýsta á „Valmynd“ og síðani á „Gávur“. Her kann barnið skanna QR-kotuna við appini.