Eitt stað til tíni fíggjarviðurskifti
Hugsar tú um tína pensjón, tá tú hugsar um tíni fíggjarviðurskifti? Tað eru nógv fólk, sum ikki gera tað. Men við NordikPensjón er tín pensjón ein partur av heildini. Hetta letur upp fyri eini betri heildarráðgeving í BankNordik frá einum ráðgeva, ið hevur yvirlit yvir tíni fíggjarviðurskifti.
Fá eina persónliga tørvsgreining
Saman við ráðgevanum gert tú eina tørvsgreining, har tín støða verður greinað, og vit tosa um tey ynskir, tú hevur fyri framtíðina, og teir dreymar tú hevur fyri tína pensjónstilveru. Tín ráðgevi kennir tíni fíggjarviðurskifti, og í samstarvi kunnu tit seta tín pensjónspakka saman, so at hann hóskar júst til tín og tín tørv.
Fyrimunir við at hava alt á einum stað:
1. Tú fært atgongd til øll tíni fíggjarviðurskifti í Netbankanum
2. Ráðgevin hevur yvirlit yvir øll tíni fíggjarviðurskifti
3. Tú fært enn betri heildarráðgeving
4. Tú fært meira burturúr, tá ið samanum kemur