Tvær pensjónir eru ikki líka
NordikPensjón er slóðbrótandi, tí hon verður samansett til tín og tín tørv. Vit eru ikki líka, og tí eiga okkara pensjónir ikki at vera líka. Tín ráðgevi ger eina persónliga tørvsgreining við støði í tíni støðu í dag.
Tørvsgreiningin tekur hædd fyri:
-
Aldri
-
Hjúnastøðu
-
Um tú hevur børn ella ikki
-
Inntøku
-
Tiltøkupeningi í dag
-
Samlaðu fíggjarstøðuni
-
Væntaðum pensjónsaldri
-
Ynski um livifót sum pensjónistur
Øll hesi viðurskifti ávirka, hvussu tín persónligi pensjónspakki skal setast saman, soleiðis at hann hóskar júst til tín og tey ynski, tú hevur til tína pensjónstilveru.