Kursvilla rættað

Um tú á tíni kontu hevur eina bóking, ið eitur ”Endurgjald: bankin.fo/raetting”, er hetta, tí at tú hevur brúkt títt kort uttanlands ella á eini útlendskari heimasíðu í tíðarskeiðnum 21. til 25. juli. Í hesum tíðarskeiðnum høvdu bæði vit og fleiri aðrir peningastovnar skeivar gjaldoyrakursir orsakað av teimum kursupplýsingunum, sum vit og aðrir peningastovnar fingu.

Í flestu førum er talan um undir eina krónu fyri hvørja ferð, tú hevur brúkt kortið, men tað er sjálvandi umráðandi, at uppgerðin er røtt, og tí hava vit flutt peningin, sum tú hevur goldið ov nógv, aftur á tína kontu. Talan er sostatt um ta upphæddina, sum hoyrir til bókingina: ”Endurgjald: bankin.fo/raetting”.

Legg til merkis, at vit hava gjørt eina samlaða avrokning undir einari bóking. Hetta hava vit gjørt, so at summir kundar, ið hava brúkt kortið ofta í tíðarskeiðnum, sleppa undan nógvum bókingum.

Haldið okkum til góðar, og hevur tú spurningar, ert tú sjálvandi vælkomin at seta teg í samband við tín ráðgeva.