Tíðindaskriv

BankNordik stuðlar Marmenlinum

Avtala er nú undirskrivað við BankNordik um at vera ein av høvuðsstuðlunum í verkætlanini at varðveita søgnina um Marmennilin. Sæunn L. Nolsøe, deildarstjóri, skrivaði undir stuðulsavtaluna vegna BankNordik saman við nevndini fyri verkætlanini, í Elduvík. BankNordik høvuðsstuðul saman við Runavíkar kommunu

“Vit eru fegin um at fáa møguleika at stuðla hesari verkætlan, sum nøkur eldhugaði fólk hava tikið stig til, soleiðis at søgnin um Marmennilin, sum var um at fara í gloymskuna, nú kann verða varðveitt”, sigur Sæunn L. Nolsøe, deildarstjóri hjá BankNordik í Saltangará.

Nevndin fyri verkætlanini fegnast um vælvild frá BankNordik og frá Runavíkar kommunu. Harafturat hava fleiri aðrir stuðlar eisini víst áhuga fyri verkætlanini. Sostatt er longu helvtin av fíggingini av verkætlanini komin uppá pláss.


Stutt um ætlanina

Bygdafelagið i Elduvík tók avgerð um at skipa eina nevnd, sum kundi arbeiða við at varðveita søgnina um Marmennilin í Elduvík.
Nevndin fór til verka á heysti í 2016, og var fyrsta uppgávan at fáa ein listamann at átaka sær uppgávuna at gera standmyndina. Fyrst í 2017 játtaði Hans Pauli Olsen at átaka sær uppgávuna at gera eina standmynd, sum skal stoypast úr bronsu við einum sokkli úr basalti ella granitti. Á sumri í 2017 hevði Hans Pauli Olsen gjørt eitt spennandi hugskot til standmynd, ið skal lýsa søgnina um Marmennilin. Tað er hetta hugskotið, sum nevndin síðani hevur valt at arbeiða víðari við.

Tað er sera hugaligt at arbeiða saman við einum so royndum listamanni sum Hans Paula Olsen, og nevndin er sera fegin um, hann hevur játtað at luttaka, so verkætlanin kann gerast veruleiki.

Nevndin hevur saman við Hans Paula Olsen avgjørt, at besta staðseting av standmyndini í Elduvík er nakað niðanfyri kirkjuna, út móti urðini.
Meiri kunning um verkætlanina og søgnina um Marmennilin er at finna á www.Marmennilin.fo

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv