Nýggj app til Netbankan

Hevur tú Netbankan sum app á snildfonini, og er telefonin av slagnum iPhone, mást tú taka nýggju og dagførdu útgávuna av Netbankanum sum app niður. Nýggja appin verður tøk tann 20. august.

Soleiðis finnur tú nýggju appina

Appina finnur tú við at trýsta her. Tú kanst eisini leita eftir "banknordik netbanki" í App Store. Síðani tekur tú appina niður við at trýsta á "hent" ella "download.

"

Strika gomlu appina

Tá ið tú hevur tikið nýggju appina niður, er tað umráðandi, at tú strikar gomlu appina av telefonini ella teldlinum.

Soleiðis finnur tú brúkaranummarið

Fyri at fáa nýggju appina at rigga, skalt tú trýsta sama loynital, sum tú brúkar í dag, umframt títt brúkaranummar inn. Brúkaranummarið finnur tú í Netbankanum á telduni undir ”Uppseting” og ”Brúkaraupplýsingar”. Sí myndir niðanfyri.

 

1. Rita inn í Netbankan á telduni og finn "Uppseting" í vinstra bredda.

 

 

2. Vel "Brúkaraupplýsingar"

 

 

3. Tú finnur títt brúkaranummar, sum skal brúkast, tá ið tú tekur appina til Netbankan niður av nýggjum.

 

 

 

Um tú ikki hevur Netbanka á teldu

Hevur tú ikki Netbankan á telduni, mást tú seta teg í samband við okkum fyri at fáa brúkaranummarið upplýst. Tað ber tíverri ikki til at síggja brúkaranummarið í Netbankanum sum app.

Ring til okkara á 330 330, so hjálpa vit tær. Vit svara telefonunum gerandisdagar kl. 9-20, tó fríggjadag kl. 9-16.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv