Økt trygd í Netbankanum sum app

Týsdagin 6. november verður ein nýggj og uppaftur tryggari útgáva av Netbankanum sum app tøk.

Tá ið tú ritar inn í Netbankan sum app fyrstu ferð eftir hetta, verður tú biðin um at skriva títt telefonnummar og eitt loynital, sum tú fært sum sms. Við nýggju útgávuni av Netbankanum sum app kanst tú eisini sjálv/ur gera av, í hvørjari raðfylgju, tínar kontur verða vístar. Á tann hátt kanst tú fáa eitt betri og einfaldari yvirlit.

Legg til merkis, at tað nú er vorðið krav, at tú hevur skermlás á telefonini fyri at kunna brúka Netbankan sum app.

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv