Soleiðis fert tú í Netbankan á nýggju heimasíðuni

Vit hava í dag, tann 23. apríl, fingið nýggja heimasíðu. Umframt hópin av góðum ráðum til fíggjarligu viðurskiftini í tínum lívi kanst tú sjálvandi framvegis rita inn í Netbankan á heimasíðuni.

 

Okkara royndir siga okkum, at sjálvt smáar broytingar á heimasíðuni og í Netbankanum kunnu skapa iva hjá kundum okkara. Av tí at heimasíðan hevur fingið nýtt snið, vísa vit niðanfyri, hvar tú skalt trýsta fyri at rita inn í Netbankan.

 

Rita inn á teldu

Trýst á lásið ovast í høgra horni á heimasíðuni. Síðani kemur tú til eina síðu, har tú skalt trýsta á appelsingula knøttin "Innrita her".

 

 

Rita inn á teldli og fartelefon

Trýst á bláa knøttin við hvítu strikunum mitt á skerminum høgrumegin. Síðani letur ein blá síða seg upp, har tú niðast sært eitt lás, sum tú skalt trýsta á.

 

 

 

Innritan í Netbankan sum app er ikki broytt og riggar sum vant.

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv