Útskifting av gjaldskortum
Ein røð av kundum í donsku, føroysku og grønlendsku peningastovnunum fara í næstum at fáa eitt nýtt gjaldskort sendandi við postinum. Kortini verða skift út vegna illgruna um víðfevnda kortmisnýtslu. Talan er um eina fyribyrgjandi útskifting til tess at forða fyri, at fleiri kort verða misnýtt. Hóast kundar fáa eitt nýtt kort við postinum, merkir tað ikki, at gamla kortið er vorðið misnýtt.
Vit seta okkum í samband við allar okkara kundar, ið skulu hava nýtt kort. Kundar, ið ikki frætta frá okkum, nýtast einki at gera.