Varðin keypir høvuðssætið hjá BankNordik fyri 140 mió. kr. 

BankNordik og P/f Varðin hava í dag skrivað undir avtalu, ið ber við sær, at bankin selur Varðanum høvuðssætið fyri 140 mió. kr. Sølan broytir tó einki fyri virksemið hjá BankNordik-samtakinum, og tí fara hvørki kundar ella starvsfólk at merkja nakra broyting.

Tað var í fjør heyst, at Fíggjareftirlitið gav BankNordik boð um at niðurskriva høvuðssætið í Tórshavn. Í tí sambandi varð høvuðssætið niðurskrivað til 62 mió. kr. í roknskapinum hjá samtakinum – eitt virði, ið var væl lægri enn tað, sum bankin metti seg kunna fáa, um bygningurin varð seldur. Tí gjørdi bankin herfyri av at selja høvuðssætið, um eitt nøktandi boð fekst.

Samráðingarnar millum Varðan og BankNordik hava gingið væl, og báðir partar eru væl nøgdir við avtaluna. ”Hóast bygningurin nú hevur fingið nýggjan eigara, verður hann framhaldandi høvuðssæti hjá BankNordik-samtakinum. Á tann hátt fær sølan als onga ávirkan á okkara dagliga virksemi, og hvørki kundar ella starvsfólk fara at merkja nakra broyting”, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Keypsavtalan er treytað av góðkenning frá partaeigarunum í P/f Varðanum, og væntandi verður keypið samtykt á aðalfundi innan eina viku. Umframt søluna av bygninginum hava partarnir gjørt ein langtíðar leigusáttmála. BankNordik fer at leiga bygningin í 15 ár við møguleika fyri at leingja tíðarskeiðið við 5 árum. ”Vit eru fegin um, at Varðin, sum er ein sterk føroysk fyritøka, hevur víst áhuga fyri hesum langtíðar leigusamstarvi um høvuðssætið,” sigur Árni Ellefsen. Árliga leigan verður umleið 5 mió. kr., og tað metir bankin vera rímiligt.

BankNordik varðveitir allan ræðisrætt yvir økinum rundanum høvuðssætið, meðan samtakið leigar bygningin. Nú søluavtalan er undirskrivað, fer BankNordik at inntøkuføra 70 mió. kr. fyri skatt í roknskapinum fyri 2018.


Nærri upplýsingar

Árni Ellefsen, forstjóri, tel. 230 348


Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv