BankNordik lækkar rentuna á bústaðarlánum og privatum innlánum
Í september lækkaði BankNordik renturnar, og í tí sambandi fingu vinnukundar í bankanum negativa innlánsrentu. Í dag boðar bankin frá, at innlánsrentan hjá privatkundum eisini verður negativ frá mars 2020. Samstundis verður bústaðarlánsrentan lækkað niður í 2,75 %.
Yvirskipaða gongdin á marknaðinum og áhaldandi negativa rentan hjá tjóðbankanum hava við sær, at BankNordik fer at lækka renturnar hjá privatkundum í mars komandi ár. Sostatt verður rentan á innlánskontum hjá kundum, ið eiga omanfyri 500.000 kr. lækkað niður í -0,75 % p.a. Sama renta verður galdandi fyri pensjónskontur.
BankNordik tekur sostatt somu avgerð sum fleiri danskir peningastovnar, hvørs kundar seinastu mánaðirnar hava fingið negativa innlánsrentu. Orsøkin er lága rentustøðið, ið hevur við sær, at bankin í eitt longri tíðarskeið hevur havt útreiðslur av innlánum, sum kundar hava í bankanum.
”Higartil hava privatkundar verið undantiknir negativari rentu, og vit høvdu vónað, at tað ikki fór at gerast neyðugt at seta negativa rentu á privat innlán. Útlit eru tó ikki fyri, at rentustøðið fer at hækka fyribils, og tí hava vit tikið avgerð um at tillaga okkara rentur, so tær í størri mun samsvara við marknaðargongdina. Sostatt lækkar rentan á bústaðarlánum við 0,2 %-stigum, soleiðis at lægsta bústaðarrenta verður 2,75 % p.a. Fyri privatkundar verður negativ innlánsrenta sett á upphæddir omanfyri 500.000 kr. umframt á pensjónskontur. Hóast tað ikki er hugaligt at lækka innlánsrentuna fyri privatkundar, so er hetta ein neyðug avgerð, ið skal fyribyrgja, at vit tapa pening av at bjóða okkara tænastur”, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.
Børn og ung undir 29 ár verða tó undantikin negativum rentum og fáa í staðin 0,00 % p.a. í rentu á øllum innlánskontum og pensjónskontum.
Kundar, ið vilja sleppa undan at gjalda negativa rentu, kunnu økja møguleikan fyri størri avkasti við at gera íløgur fyri peningin. Tað ber til at gera íløgur gjøgnum Netbankan, og eisini ber til at fáa serfrøðingar at røkta íløgurnar. Íløgur hava tó samstundis altíð ein ávísan váða við sær, og BankNordik fer í næstum at seta seg í samband við kundar, ið verða ávirkaðir av rentubroytingini, til tess at greiða frá teimum møguleikum, ið kundarnir hava.
Samstundis sum renturnar verða tillagaðar, broytir bankin eisini prísir og einfaldar fyrimunaskipanina fyri at styrkja inntøkugrundarlagið og tryggja kundunum uppaftur betri ráðgeving. Frameftir fer fyrimunaskipanin sostatt bert at hava tvey stig: Nordik+ og NordikPremium.