Webinar
Bústaðarkeyp í Danmark
Nógvir føroyingar keypa sær summarhús ella gera íløgu í eina íbúð, tá ið børnini fara til Danmarkar í lestrarørindum. Tað kann tó tykjast fløkjasligt at fara í holt við at keypa bústað í Danmark, tá ið tú býrt í Føroyum.
Annaðhvørt tú umhugsar at keypa børnunum eina lestraríbúð, ella tú ynskir tær eini summarhús við donsku strondina, er nógv at hugsa um og taka støðu til.
Tí skipa vit fyri webinari um bústaðarkeyp í Danmark hóskvøldið 25. februar kl. 20.
Tey sum fara at greiða frá á webinarinum eru:
- Lena Dam, ráðgevi,
- Jógvan Amonsson, Revisor úr grannskoðaravirkinum Januar
- Christian Bækmark, revisor og stjóri í Privat Revision í Århus.
Á webinarinum viðgera vit m.a. hesi evni
- Ráðgeving um keyp av bústaði í Danmark
- Hvussu hongur bustaðarfíggingin saman í Danmark?
- Hvørji lán eru møgulig
- Hvørjir fyrimunir og vansar eru við teimum ymisku lánssløgunum
- Hvat skalt tú hugsa um áðrenn tú keypir, tá talan er um foreldrakeyp
- Hvørji skattlig viðurskifti eru galdandi fyri teg, sum ert búsitandi í Føroyum, um tú keypur og eigur bústað í Danmark.