Temakvøld um bygging og umbygging
Annaðhvørt tú skalt byggja hús ella hevur ætlanir um at umvæla bústaðin, so er nógv at taka støðu til. Hvat skalt tú hugsa um, tá ið tú teknar títt dreymaheim, og hvat slag av orkuskipan loysir seg best at velja? Hesir og nógvir aðrir spurningar verða svaraðir á temakvøldinum um bygging og umbygging, har tú fært bæði kunning og íblástur.
Serfrøðingar fara at greiða frá
Dreymarnir eru stórir og møguleikarnir nógvir, tá ið tú skalt byggja nýtt ella umvæla. Á temakvøldinum fara arkitekturin og ein veitari av alternativum orkuskipanum at greiða frá, hvat tú skalt hugsa um, áðrenn tú fert í gongd við at byggja, og hvørjar burðardyggar og varandi loysnir kunnu vera við til at skapa góðan trivnað hjá tær og tínari familju.
Eisini fært tú kunning um ymisku fíggingarmøguleikarnar, sum eru í sambandi við nýbygging og umvæling.
Tekna teg til temakvøld í tínum øki
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum. Vit kunna um møguligar broytingar her á síðuni.