Góð ráð til tín, sum skalt luttaka á webinari
Hvat er eitt webinar?
Eitt webinar er ein online fyrilestur, har ymisk evni verða viðgjørd, sum hava við fíggjarlig viðurskifti at gera. Webinarið varir vanliga góðar 30 minuttir, og tú luttekur á tínari teldu, teldli ella telefon. Webinarið byrjar við framløgum frá ráðgevum úr BankNordik ella fólki við serkønari vitan um evnið, sum verður viðgjørt. Eftir framløgurnar hevur tú møguleika at seta spurningar við at senda eini sms boð. Hinir luttakarirnir síggja ikki tínar spurningar.
Tá tú hevur tekna teg til eitt webinar, fært tú eitt leinki sendandi frá okkum 1-2 tímar áðrenn webinarið byrjar. Vit senda tær eisini eina áminning um webinarið á degnum, sum webinarið verður hildið.
Soleiðis fyrirreikar tú teg til eitt webinar
- Hygg eftir, at tú hevur streym á telduni, teldlinum ella telefonini.
- Hygg eftir at ljóðið er tendrað.
- Hoyrir tú ikki webinarið, kanst tú prøva at fara út av webinarinum og inn aftur.
- Hygg eftir at internetsambandið er gott.
- Far inn á webinarið í góðari tíð.
- Hevur tú spurningar, kanst tú senda eini sms boð á webinarinum.
- Vilt tú vita
meira um evnið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til tín ráðgeva.