dalabu169

Kunnandi tiltak um lutaíbúðirnar í Dalabú

Hósdagin 3. juli kl. 17-18 verður høvi at fáa kunning um lutaíbúðirnar í Dalabú. 

Bústaðir, Skyn og Føroya Banki fara at greiða frá teimum viðurskiftum, ið hava týdning fyri tey, ið umhugsa at keypa sær eina lutaíbúð.

Tiltakið verður í høvuðssætinum hjá Føroya Banka á Oknarvegi 5 í Havn. 


Skrá

  • Vælkomin
  • Um lutaíbúðirnar í Dalabú, støddir og kostnaðir
  • Hvat er eitt lutaíbúðarfelag? Viðtøkur, fígging, kostnaðir o.a.
  • Lán til lutaíbúð? Hvørjar eru treytirnar, og hvat skal ein sum keypari hugsa um?


Øll eru hjartaliga vælkomin. Kaffi og okkurt søtt verður afturvið.