Kapping
Landsliðsleikari í ein dag
Elskar tú hondbólt? So hevur tú nú møguleikan at royna teg sum landsliðsleikara í ein dag.
Tú kanst vinna eina persónliga venjing við besta venjaranum, vit hava havt í Føroyum - nevniliga fyrrverandi danska - og nú føroyska landsliðsvenjaranum, Peter Bredsdorff-Larsen.
Tak ein vin við
Tú kanst velja ein vin at taka við, soleiðis at Peter venur tykkum saman. Venjingin verður miðjan mars.
Hitt A-landsliðið
Eftir venjingina sleppa tit at heilsa uppá landsliðshópin hjá monnunum og fáa eina felagsmynd saman við teimum. Eisini fáa tit atgongumerki til landsliðsdystin millum Føroyar og Hvítarussland í mars.
Soleiðis luttekur tú
1. Útfyll allar teigarnar niðanfyri
2. Vel, um tú vilt luttaka við einum stuttum filmi ella skrivliga.
- Filmur: Send okkum filmin umvegis Facebook ella Instagram. Viðmerk í tekstteigin niðast á síðuni, at tú sendir okkum ein film.
- Skrivliga: Skriva títt svar í tekstteigin niðanfyri.
3. Fortel, hví tú vilt vinna, og hvat tú elskar við hondbólti. Send okkum títt svar í seinasta lagi 9. mars 2022.
Ein dómaranevnd velur vinnaran, ið hevur besta svarið.