AI Peter Svarre

FULLTEKNAÐ

Spennandi fyrilestur um vitlíki

Tiltakið er FULLTEKNAÐ


Ger vitlíki (AI) okkum nyttuleys ella til super-menniskju?

Vitlíki vindur upp á seg - og tað verður dúgliga kjakast um fyrimunir og vansar við vitlíki.

Týsdagin 30. januar skipa vit fyri einum spennandi fyrilestri um vitlíki. Tað er kendi danski fyrilestrarhaldarin, Peter Svarre, ið fer at halda fyrilestur um, hvussu fyritøkur kunnu brúka vitíki til sín fyrimun og yvirskipað um vitlíki. 

 

Nakrir av fyrimununum við vitlíki:

  • Vitlíki hóskar seg sera væl til uppgávur, sum snúgva seg um endurtøkur, soleiðis at starvsfólkini kunnu leggja dent á aðrar virðiskapandi uppgávur
  • Vitlíki kann síggja rák, møguligar vandar og greina kundaatferð
  • Vitlíki kann skraddaraseyma loysnir til kundar
  • Minka um rakstrarútreiðslur og øk um endaliga úrslitið við vitlíki

Hóast nógvir fyrimunir eru, fyriheldur Peter Svarre seg eisini kritiskt til vitlíki og gevur nakað at hugsa um í hesum sambandi. 


Peter Svarre

Peter Svarre er samfelagsfrøðingur og fyrilestrarhaldari. Hann hevur starvast við tøkni, talgildum sniði, sosialum miðlum, skrivað fleiri bøkur og veitt fyritøkum ráðgeving seinastu 25 árini. Hann hevur serliga stóran áhuga fyri, hvat hendir, tá tøknin rakar menniskju – tí ynskir hann at hjálpa fólkum og fyritøkum at yvirliva og stýra í einum talgildum heimi. 
Les meira um Peter Svarre 
her.

Nær og hvar:
Týsdagin 30. januar kl. 15-16.30 í BankNordik í Havn.

Tiltakið er fullteknað.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv