
Tiltakið er fullteknað! Handilskríggj og fíggjarlig óvissa. Hvør fær rokningina?
Hvat kunnu vit læra av gongdini á marknaðinum seinastu árini? Og hvussu ávirkar altjóða óvissa – millum annað ávirkanin hjá Trump – møguleikarnar hjá íleggjarum frameftir?
Peter Lorin, leiðari fyri Multi Asset í BankInvest, leiðir okkum ígjøgnum týdningarmestu búskaparligu gongdirnar og marknaðarviðurskiftini:
- Hvussu megnaðu vit at sleppa undan væntaðu afturgongdini í 2024?
- Hví eru partabrøv vaksin so nógv seinastu árini?
- Ávirkanin hjá Trump politiskt og búskaparliga – hvørjar avleiðingar síggja vit longu nú?
- Handilskríggj og fíggjarlig óvissa – hvør fer at rinda rokningina?
- Hvussu kunnu vit sum íleggjarar stýra í einum heimi merktum av óvissu?
Peter fer eisini at greiða frá, hví tað framvegis gevur meining at hava íløgur í partabrøvum – eisini í eini tíð við øktum geopolitiskum spenningum og búskaparligum broytingum.
4. mars kl. 17 á Oknarvegi 5
Kom við og ver betur fyrireikað/ur til framtíðina sum íleggjari. Vit síggjast!