
Vel Føroyar
Kom við til eitt stuttligt og upplýsandi kvøld í Føroyahúsinum á Vesterbrogade í Keypmannahavn fríggjakvøldið 17. apríl kl. 19.
Kom við til eitt stuttligt og upplýsandi kvøld í Føroyahúsinum á Vesterbrogade í Keypmannahavn fríggjakvøldið 17. apríl kl. 19.
Til tiltakið fara vit at hoyra ein fyrilestur við Ósbjørn Jacobsen, sum er arkitektur og ein av stjórunum í stóru arkitektafyritøkuni Henning Larsen. Hann fer at tosa um sínar arbeiðsroyndir í eini altjóða fyritøku, samstundis sum hann býr í Føroyum. Harumframt fara umboð frá ALS, Íverksetarahúsinum, Tórshavnar Kommunu, Føroya Banka og Skyn at tosa um viðkomandi viðurskifti, ið eru hent at vita, tá ið tú skalt flyta heim til Føroya.
Vit bjóða sliders og okkurt gott úr barrini, og eftir steðgin verður pubquiz við góðum vinningum – tú kanst m.a. vinna Airpods Pro og gávukort frá Atlantic Airway Harafturat verður lutakast um ein stóran flytipakka til eitt húski frá Danmark til Føroya frá Smyril Line
Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin – vit síggjast 🤗🎉
