Vinnukundatiltak 22. august

Takk fyri allar tilmeldingarnar. Vit síggjast í morgin!  

Vælkomin til vinnutiltak í høvuðssæti okkara á Oknarvegi í Havn tann 22. august kl. 09.00. Vit fara at borðreiða við leskiligum morgunmati, og á skránni verða tvær áhugaverdar framløgur. Høvi verður eisini at práta við hinar gestirnar, áðrenn framløgurnar byrja, í steðginum og aftaná.

Skrá

Kl. 09.00
Tiltakið byrjar við góðum morgunmati

Kl. 09.30
Trumps betydning for Rigsfællesskabet / Anna Libak, uttanlandsredaktørur á Weekendavisen

Kl. 10.30
Steðgur

Kl. 10.45
Splendid Isolation / Sjúrður Skaale hugleiðir

Kl. 11. 30
Liðugt

Boða frá luttøku

Tekna teg til tiltakið niðanfyri og viðmerk, um tú hevur ein starvsfelaga við tær.

Anna Libak

Anna Libak kennir Russland og heimsstøðuna sum fá onnur. Hon er útbúgvin í samfelagsfrøði og russiskum, og hevur eisini eina útbúgving sum máloffiserur í russiskum frá Hærens Specialskole. Hon hevur sitið í tjóðartingsnevndini um talu- og skrivifrælsi, verið partur av nevndini hjá Udenrigspolitisk Selskab í mong ár, og hevur síðan 2020 verið uttanlandsredaktørur á Weekendavisen. Sum fyrrverandi Russlandsfrásøgufólk hjá bæði Information, Weekendavisen og Berlingske, hevur hon upplivað og greinað hendingar á staðnum – og veit júst hvar og hvussu træðrirnir í stórpolitikki verða togaðir.  

Anne Lilbak