Tiltak um geopolitisku støðuna í heiminum

Tiltakið er fullteknað

 

Geopolitiska støðan í heiminum

-hvussu ávirkar hon okkum, og hvørji eru útlitini?

Hósdagin 19. januar bjóða vit til áhugavert tiltak um nýggja geopolitiska veruleikan, sum hevur sett dagsskránna bæði úti og heima, síðani Russland gjørdi innrás í Ukrania.

Peter Viggo Jakobsen, serfrøðingur í altjóða politikki á danska verjuakademinum, fer at greiða frá, hvussu alheims valdsjavnvágin støðugt broytist, hvørji framtíðarútlitini eru, og hvønn leiklut stórveldini Kina og USA kunnu væntast at fáa í framtíðini.

Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, fer m.a. at greiða frá, hvussu føroyskt vinnulív merkir tvídráttin, ið stendst av støðuni úti í heimi, og hvørjar avbjóðingar og hvørjir møguleikar liggja fyri framman fyri vinnuna.

Tiltakið verður í høvuðssæti okkara á Oknarvegi í Havn kl. 16:30.