![](/-/media/banknordik/images/filialer/fo/hovedsaede/169/169_sljugras_cd.jpg?rev=df2d218f901f42cf8b8118418cb37ca9&mw=1600&hash=E94733304FC09BEB8F281E87BF55ECCC)
Tiltak um burðardygd
Vælkomin til vinnutiltak um burðardygd í høvuðssæti okkara týsdagin 30. august kl. 17.
Skráin fyri tiltakið er hendan:
- Lars Bo Bertram, forstjóri í BankInvest, greiðir frá um burðardyggar íløgur, burðardygd í praksis og um tær tvístøður, sum kunnu fylgja við burðardyggu gongdini hjá fyritøkum.
- Turið F. Arge, stjóri í BankNordik, greiðir frá, hvussu BankNordik arbeiðir við burðardygd, og hvønn leiklut BankNordik hevur í burðardyggu tilgongdini hjá bæði fyritøkum og privatpersónum í Føroyum.
- Uni Holm Johannesen fer at hugleiða um gongdina í dagsins samfelagi.
Aftaná framløgurnar verður borðreitt við spennandi sjógætisrættum frá matstovum í Gist & Vist-samtakinum.
![](/-/media/banknordik/images/43/diverse/lars-bo-bertram_co2neutrale-investeringsfonde.jpg?rev=-1&mw=400&hash=152EBFE6A7776623631DFEA55FFFE482)
Lars Bo Bertram er forstjóri í BankInvest
BankInvest er eitt danskt íløgufelag, ið ger íløgur í fleiri túsund fyritøkur kring heimin. Felagið ger bert íløgur í fyritøkur, ið hava eina burðardygga dagsskrá. BankInvest er av teirri sannføring, at feløg, ið rekast burðardygt, skapa størst virði fyri bæði íleggjarar og samfelagið.