Martin Thorborg
Søren Andersen
Vinnutiltak við Martin Thorborg og Søren Andersen
Hósdagin 20. august skipa vit fyri einum spennandi vinnutiltaki um leiðslu. Vit fara at hoyra áhugaverdar fyrilestrar við Martin Thorborg, sum er ein tann kendasti íverksetin og vinnulívsleiðarin í Danmark, og Søren Andersen, sum er stjóri í Arktisk Kommando.Vit bjóða morgunmat til tiltakið.
Persónliga søgan um leiðslu
Martin Thorborg hevur millum annað stovnað fyritøkurnar Jubii og Dinero, og í dag er hann stjóri í Dinero. Umframt eina røð av fyritøkum, sum hann hevur verið við til at byggja upp og reka, er hann kendur fyri sín erliga, beinrakna og undirhaldandi samskiftishátt.
Til tiltakið fer hann at tosa um, hvat góð leiðsla og sterk arbeiðsmentan fevna um, og eisini hvussu vitlíki broytir títt arbeiðspláss og arbeiðsmarknaðin í framtíðini.
Fyrilesturin verður ein samanseting av persónligum søgum og ítøkiligum amboðum, sum tú kanst taka við tær og brúka í tínum egna gerandisdegi.
Leiðsla í ótryggum tíðum
Eisini fara vit at hoyra Søren Andersen, sum síðani 2023 hevur verið stjóri í Arktisk Kommando.
Geopolitiski spenningurin, sum vit hava verið vitni til seinastu árini, er komin nærri okkum við økta áhuganum fyri Grønlandi. Hann fer at greiða frá arbeiðinum hjá Arktisk Kommando og fer samstundis eisini at greiða frá um leiðslu í ótryggum tíðum.
Umframt at vera stjóri í Arktisk Kommando hevur hann nógv ár á baki í donsku verjuni.
Vit gleða okkum at síggja teg.
Skrá
Kl. 08.30 Morgunmatur
Kl. 09.00 Søren Andersen
Kl. 10.00 Steðgur
Kl. 10.30 Martin Thorborg
Kl. 11.30 Liðugt
Nær? 20. august kl. 8.30 til 11.30
Hvar? Oknarvegur 5 í Havn
