Er føst renta tað rætta fyri teg?
Eigur tú egnan bústað, og ert tú sum føroyingar flest, er bústaðarlánið helst størsta mánaðarliga útreiðslan hjá tær. Lánið hevur sostatt stóra ávirkan á tíni yvirskipaðu peningaligu viðurskifti og á gerandisdagin. Tí mæla vit tær til at endurskoða tíni lánsviðurskifti av og á - fyri tína egnu skuld.
Hevur tú eitt bústaðarlán við skiftandi rentu, eigur tú at umhugsa, hvussu tað ávirkar teg, um rentan - og harvið mánaðarliga lánsgjaldið - brádliga hækkar.
Føst ella skiftandi renta
Tú kanst velja millum bústaðarlán við skiftandi rentu, realkredittlán við skiftandi rentu ella realkredittlán við fastari rentu.
- Realkredittlán við skiftandi rentu: gevur eitt lágt mánaðarligt gjald, men krevur samstundis, at tú hevur fíggjarligt rásarúm, um rentan hækkar. Rentan verður fastsett í 1-5 ár í senn og kann tí bæði hækka og lækka í afturgjaldstíðini.
- Bústaðarlán: rentan er skiftandi og verður ásett eftir gongdini á fíggjarmarknaðinum. Tað merkir, at rentan - og harvið lánsgjaldið - brádliga kann hækka.
- Realkredittlán við fastari rentu: rentan er eitt sindur hægri enn á realkredittlánum við skiftandi rentu. Fasta rentan gevur tær tryggleika, og tú veitst, júst hvat mánaðarliga gjaldið verður restina av afturgjaldstíðini.
Soleiðis er realkredittrentan broytt seinastu árini
Tosa við okkum
Hevur tú eitt bústaðarlán við skiftandi rentu, kann tað vera ein fyrimunur fyri teg at leggja lánið um til eitt realkredittlán við fastari rentu, av tí at rentan í løtuni er so lág. Tú ert vælkomin at tosa við okkum, um tú vilt hava meira at vita um tínar møguleikar. Vit hava drúgvar royndir við at ráðgeva øðrum í somu støðu - og tað kostar einki at spyrja.