Vegleiðing til Pengaskápið
- 
    Tak appina, Pengaskápið, niður á telefonina hjá barninum. Tú finnur appina á App Store ella á Google Play. 
- 
    Trýst á Stovna brúkara, og trýst síðani aftur á Stovna brúkara. 
- 
    Síðani verður tú biðin um at rita inn við tínum Samleika og vátta við Samleikanum. 
- 
    Vel síðani barnið á skíggjanum og trýst síðani á Halt fram. 
- 
    Trýst á Eg góðtaki og síðani á Halt fram. 
- 
    Eini SMS-boð við einum einnýtisloyniorði verða send á fartelefonina hjá barninum. Skriva einnýtisloyniorðið, vel síðani egið loynital (fýra tøl) og endurtak hetta loynitalið. Enda við at trýsta á Goym. 
- 
    Tú hevur nú ritað inn á Pengaskápið. Til ber at lesa meira um møguleikarnar í Pengaskápinum her. 
Tú kanst síggja eina vegleiðing við myndum her.
Gev gætur at um tú hevur fleiri børn, ið hava Pengaskápið, skalt tú rita inn fyri hvørt barnið.
