Tá ið barnið gerst tannáringur
Tá ið barnið gerst tannáringur henda nógvar broytingar – eisini fíggjarligar. Hóast tú sum foreldur enn hevur fíggjarliga ábyrgd av barninum, gerst barnið nú alsamt meira sjálvstøðugt.
Bússan verður skift út við gjaldskort og Netbanka. Fyrsta starvið er í eygsjón. Og so velja fleiri at fara á eftirskúla ella háskúla, og summi flyta enntá heimanífrá.
Tað eru nógvar avgerðir, sum skulu takast, og nógv at seta seg inn í, og tí hava vit savnað nøkur góð ráð til tín, sum hevur eitt barn, ið nú verður tannáringur.
Gjaldskort til ung
Tað kann vera hent hjá einum barni at hava sítt egna gjaldskort. Tí við einum gjaldskorti sleppur barnið undan at hava reiðan pening á sær, og fyrimunurin við einum gjaldskorti til ung er, at barnið ikki kann brúka meira enn tað, sum er á kortinum.
Netbanki til ung
Við Netbankanum kann barnið síggja, hvussu nógvir pengar eru á kortinum, og sostatt kann tað vera lættari at halda skil á pengunum.
Er barnið 13 ár og eldri kann tað stovna sær sín egna Netbanka.