Búgvið verður viðgjørt
Tá ið ein doyr, skulu ognir og skuld hjá viðkomandi býtast millum tey, ið eftir sita.
Tað er Skiftirætturin, sum ger av, hvussu búgvið verður viðgjørt, og hvør skal arva. Ein skiftirættarváttan verður útflýggjað, sum er ein váttan fyri, at arvingarnir kunnu ráða yvir ognum hjá tí, ið farin er.
Bankin hevur ikki loyvi at gjalda pengar frá kontuni hjá tí deyða, fyrr enn ein skiftirættarváttan fyriliggur.
Atgongd til kontur
Fyri at bankin skal kunna geva einum atgongd til kontur hjá tí deyða, skal bankin hava:
-
Váttan frá Skiftirættinum
-
Samleikaprógv frá øllum arvingum
-
Undirskrift frá øllum arvingum um, hvussu búgvið skal býtast millum arvingarnar
-
Um ein arvingur skal ráða yvir búgvinum vegna hinar arvingarnar, skal ein fulltrú gerast fyri hvønn av hinum arvingunum.