Um tit hava børn
Fara tit frá hvørjum øðrum og hava børn saman, skulu tit sjálvandi gera av, hvar børnini skulu hava bústað, hvør skal hava foreldramyndugleika, hvussu býtið skal vera, og um annað tykkara skal gjalda barnapening.
Eisini eiga tit at hugsa um, hvussu tit gjalda fyri dagstovn, frítíðarítriv, fartelefon og klæðir hjá børnunum. Tað er eisini eitt gott hugskot at tosa um barnasamansparing og útreiðslur til eitt nú konfirmatión, eftirskúla og koyrikort.
Poddur um hjúnaskilnað
Lurta eftir okkara poddi um hjúnaskilnað og fá nøkur góð ráð til, hvussu tú og familjan fóta tykkum í nýggja kapitlinum.