Lestrarlán

Ert tú lesandi yvir 18 ár og fært mánaðarligan studning frá Studna, er møguligt at søkja um lán frá Studna.

  • Lán til livikostnað
    Tá ið tú ert 18 ár, kanst tú søkja um at fáa lestrarlán frá Studna. Lánið verður útgoldið eina ferð um mánaðin saman við studninginum.Les meira her.

  • Lán til skúlagjald
    Tá tú hevur fingið játtað studning til skúlagjald í gjøgnum ÚSUN-skipanina, kanst tú søkja um lán, um so er, at skúlagjaldið er hægri enn 100.000 kr. fyri hvørt lestrarárið. Tú kanst tá læna upp til 100.000 kr. frá Studna.

  • Lán til málskúla
    Skalt tú á málskúla uttanlands, hevur tú møguleika at søkja Studna um lán til skúlan og livikostnað. Les meira um treytirnar her.

  • Endalán
    Um tú hevur fingið allan tann stuðul, sum kann fáast frá Studna, kanst tú søkja um endalán í 11 mánaðir. Sí treytir fyri at fáa endalán her.

 

Ætlar tú at taka lán, skal skuldarbræv, ið fæst hjá Studna og á tínum skúla, fyllast út. Gev gætur, at lán frá Studna bert kunnu søkjast fyri eitt stuðulsár í senn. Stuðulsárið er frá 1. august til 30. juni árið eftir. Fyri at fáa lánið fyri inniverandi stuðulsár skal skuldarbrævið vera Studna í hendi innan 15. juni. 

 

Afturgjald

Tá ið lesnaðurin er liðugur, byrjar afturgjaldið av lestrarláni og rentum eitt ár eftir, at stuðulsárið er endað.

Um tú innan 15 mánaðir eftir loknan lestur byrjar eina aðra útbúgving, verður útbúgvingin ikki roknað sum at vera endað. Í so fall skalt tú senda Studna skjalprógv fyri, at tú ert farin aftur undir lestur, og afturgjaldingin verður síðan útsett.

Afturgjaldsupphæddin verður ásett av Studna í mun til samlaðu skuldina.

Afturgjaldstíðin er í mesta lagi 15 ár. Hvørt gjald skal í minsta lagi vera 300 kr. um mánaðin. Tó hevur tú altíð møguleika at gjalda eina størri upphædd, enn ta upphæddina, sum er ásett av Studna. Tú hevur eisini møguleika at gjalda alla lestrarskuldina aftur í einum.

 

Ungdómsbankin

Vit eru her fyri at hjálpa tær

330 330

Send okkum boð