Starvslýsing
HR-ráðgevi til Starvsfólkadeildina
Vit sóknast eftir einum dugnaligum og analytiskum HR-ráðgeva til Starvsfólkadeildina, ið hevur ábyrgd av starvsfólkaøkinum hjá samtakinum í Føroyum og Grønlandi.
Starvið
BankNordik er eitt samtak í støðugari menning, og í starvinum sum HR-ráðgevi fært tú ein virknan leiklut í áhaldandi arbeiðinum at skapa góðar karmar fyri, at starvsfólk trívast og mennast í BankNordik, Trygd og Skyn.
Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um at:
- avgreiða dagligar fyrispurningar frá starvsfólkum og leiðarum
- samskipa og ráðgeva í sambandi við starvssetanir
- skipa fyri starvsfólkatiltøkum
- skipa fyri førleikamennandi tiltøkum og útbúgvingartilboðum til starvsfólk
- gera og dagføra innanhýsis vegleiðingar og mannagongdir
- fáa til vega hagtøl og dátur fyri starvsfólkaøkið
- tryggja greiða innanhýsis kunning
- avgreiða ymiskar fyrisitingarligar uppgávur
Um teg
Vit sóknast eftir tær, ið:
- hevur viðkomandi útbúgving ella arbeiðsroyndir innan økið
- ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
- hevur sjálvstøðugt og miðvíst arbeiðslag og eisini dugir væl at arbeiða í toymi
- hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
- hevur góð analytisk evni
- ert álítandi og ábyrdgarfull/ur
Harafturat vænta vit, at tú ert fyrikomandi og tekur virknan lut í at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi.
Vit bjóða
Eitt spennandi, avbjóðandi og sjálvstøðugt starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi.
Tú verður partur av einum eldhugaðum toymi, og saman við dugnaligum starvsfelagum fert tú at luttaka í framhaldandi menningini av samtakinum og starvsfólkunum. Setanartreytir verða avtalaðar eftir royndum og førleikum.
Um okkum
BankNordik-samtakið hevur deildir í Grønlandi og Føroyum umframt tryggingar- og húsameklaravirksemi í Føroyum. Umleið 200 starvsfólk eru í samtakinum.
Vit leggja okkum eftir at seta dugnalig og fjølbroytt starvsfólk, og vit eru harumframt tilvitað um kynsbýtið á leiðslustigi og á deildum. Vit leggja dent á trivnað, og at javnvág er millum arbeiðslív og frítíð.
Umsókn
Søk starvið her í seinasta lagi 11. apríl 2023. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heidi Davidsen, starvsfólkaleiðara, á telefon 230 477 ella á hd@banknordik.fo.