Grannskoðari til innanhýsis grannskoðan
Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum grannskoðara til okkara innanhýsis grannskoðanardeild.
Starvið
Talan er um eitt spennandi og fakliga avbjóðandi starv í innanhýsis grannskoðanini í BankNordik. Tveir grannskoðarar starvast í grannskoðanardeildini í høvuðssætinum í Tórshavn. Í starvinum sum grannskoðari fært tú tilvísing til grannskoðanarleiðaran.
Førleikar
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur útbúgving sum cand.merc.aud., og um tú eisini hevur kunnleika til og royndir við at grannskoða fíggjarstovnar.
Vit vænta, at tú hevur hug og hegni til at samstarva við starvsfólk úr ymiskum mentanum. Tú megnar at taka ábyrgd og hevur eitt sjálvstøðugt arbeiðslag, samstundis sum tú dugir væl at arbeiða í toymi.
Tú trívist í einum arbeiðsumhvørvi, ið er merkt av høgum handilsligum málum og ætlanum, og har arbeiðstrýstið av og á er stórt. Tú hevur góð analytisk evni og megnar at síggja loysnir úr ymiskum sjónarhornum. Tú hevur ein skipaðan arbeiðshátt og leggur dent á eitt høgt góðskustøði og at freistir verða hildnar.
Vit bjóða
Vit kunnu bjóða tær starv í einum fakliga spennandi umhvørvi í einari virkisfúsari fíggjarfyritøku við virksemi í Føroyum og Grønlandi. Í samtakinum starvast umleið 200 starvsfólk.
Sum starvsfólk í BankNordik-samtakinum hevur tú góðar møguleikar fyri bæði fakligari og persónligari menning.
Vit leggja okkum eftir at seta dugnalig og fjølbroytt starvsfólk, og vit eru tilvitað um kynsbýtið á leiðslustigi og á ymisku deildunum. Vit leggja dent á at tryggja góðan trivnað í gerandisdegnum, og at javnvág er millum arbeiðslív og frítíð.
Løn og setanartreytir verða ásett eftir avtalu og við støði í førleikum og royndum.
Umsókn
Søk starvið her skjótast gjørligt og í seinasta lagi mikudagin 9. august. Av tí at vit fegin vilja seta starvið skjótast til ber, verða setanarsamrøður hildnar so hvørt.Spurningar um starvið kunnu setast Arndis Poulsen, grannskoðanarleiðara, á tlf. 230 421 ella á telduposti: arpo@banknordik.fo.