Starvslýsing

Leiðari til Kredittdeildina

Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum leiðara til Kredittdeildina, ið tekur sær av øllum kredittmetingum í sambandi við virksemi bankans í Føroyum, Danmark og Grønlandi.

Starvið

Sum leiðari á Kredittdeildini fært tú ein spennandi og fjøltáttaðan gerandisdag. Umframt dagligu leiðsluna av starvsfólkunum, ið taka sær av kredittmetingum og innkrevjing, fært tú m.a. ábyrgd av teimum skipanum, ið verða brúktar í sambandi við niðurskrivingar og kredittmetingar. BankNordik hevur virksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi, og arbeiðið á Kredittdeildini fevnir sostatt um allar tríggjar marknaðir.

Starvið hevur tilvísing til fíggjar- og kredittstjóran í samtakinum, og starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni í Tórshavn.

Høvuðsuppgávunar eru:

  • Starvsfólkaleiðsla og samstarv við tey sjey starvsfólkini á deildini, ið taka sær av kreditt- og innkrevjingaruppgávum
  • Kredittviðgerð av lánsumsóknum, undir hesum luttøka í kredittnevnd bankans
  • Tryggja áhaldandi menning av teimum skipanum, ið verða brúktar til kredittmetingar og niðurskrivingar
  • Rokna út avsetingar til kredittváða í sambandi við solvensuppgerðir
  • Hava kredittpolitikkin hjá bankanum um hendi
  • Styðja uppundir verksetingina av nýggjum reglum á kredittøkinum

Førleikakrøv

Vit sóknast eftir tær, sum:

  • megnar at skapa trivnað millum starvsfólkini á deildini umframt tryggja eitt gott samstarv við starvsfelagar á øðrum deildum
  • hevur viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndir, m.a. royndir við kredittmeting
  • hevur gott innlit í roknskapar- og fíggjarviðurskifti
  • dugir væl at samskifta á føroyskum og donskum í skrift og talu
  • ert virkisfús/ur umframt hevur eitt skipað og støðugt arbeiðslag

Harafturat vænta vit, at tú ert fyrikomandi og tekur virknan lut í at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Vit bjóða

Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi. Tú verður partur av einum royndum og eldhugaðum toymi á Kredittdeildini, ið leggur dent á at loysa allar uppgávur skjótt og væl.

Um okkum

BankNordik hevur deildir í Grønlandi, Danmark og í Føroyum, og samanlagt starvast fleiri enn 400 starvsfólk í samtakinum. Vit leggja stóran dent á, at okkara starvsfólk trívast og støðugt mennast. Vit leggja okkum eftir at seta dugnalig og fjølbroytt starvsfólk, og vit eru harumframt tilvitað um kynsbýtið á leiðslustigi og á deildunum.

Umsókn

Søk starvið her í seinasta lagi sunnudagin 6. desember 2020.
 
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rune Nørregaard, fíggjar- og kredittstjóra, á run@banknordik.fo ella á telefon 330 442 / 230 442.


Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv