Ert tú okkara nýggi næmingur?

At vera næmingur í BankNordik er genialt! Tá ið eg gekk í skúla, vóru vit 25 næmingar og ein lærari. Nú eru vit fimm næmingar og 200 lærarar. Mann kann ikki annað enn fáa eina rúgvu burturúr”, sigur Birni Sigvardsen, fyrrverandi næmingur í BankNordik.

Vit sóknast eftir trimum dugnaligum og eldhugaðum næmingum at byrja eftir summarfrítíðina – ein at byrja á deild okkara í Klaksvík, ein at byrja á deildini í Saltangará og ein á deildini á Tvøroyri. Vit bjóða eina spennandi útbúgving innan fíggjarheimin.

Hvat fært tú burturúr?

Sum næmingur í BankNordik fært tú eina góða útbúgving í eini nýmótans fyritøku. Tú fært 200 dugnaligar starvsfelagar í tveimum londum – í Føroyum og í Grønlandi – og tú kanst gleða teg til ein stuttligan og avbjóðandi gerandisdag, har tú lærir eina rúgvu um bankavirksemi og fíggjarheimin.

Útbúgvingin

Útbúgvingin er lønt og tekur tvey ár. Hon gevur góðar starvsmøguleikar, eins og tú eftir lokna útbúgving hevur eitt sterkt grundarlag at byggja víðari á.

Í næmingatíðini fært tú bæði ábyrgd og ávirkan, og tú fert at hava samband við nógv ymisk fólk – bæði kundar og starvsfólk í samtakinum.

Umsókn

Umsóknarfreist er mánadagin 7. august, men tú ert vælkomin til at senda umsóknina beinanvegin, tí vit halda samrøður leypandi. Søk her og viðmerk deildina, tú kundi hugsað tær (Klaksvík, Saltangará ella Tvøroyri).  

Vilt tú vita meira um, hvussu tað er at vera næmingur í BankNordik, kanst tú lesa meira her.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv