Starvslýsing

Ráðgevi til deildina í Klaksvík

Brennur tú fyri at veita góða ráðgeving og at hjálpa kundunum at røkka sínum málum? So er tað júst tær, vit sóknast eftir til eitt tíðaravmarkað starv á okkara deild í Klaksvík.

 

Starvið

Sum kundaráðgevi er tín fremsti leiklutur at veita dygdargóða heildarráðgeving við støði í tørvinum hjá tí einstaka kundanum, og tú skalt m.a. ráðgeva um lán, pensjón, trygging, íløgur og fíggjartænastur annars. Starvið inniber tætt samskifti við bæði verandi og nýggjar kundar, og tað er umráðandi, at tú hevur hug og evni at fáa samband við nýggjar kundar. Tú fært harafturat ein virknan leiklut í áhaldandi menningini av tænastum og kundarøkt í bankanum.

 

Førleikakrøv


Vit sóknast eftir tær, ið:

  • hevur royndir sum ráðgevi og ert útbúgvin í peningastovni ella hevur lisið fíggjarbúskap

  • leggur dent á at veita góða tænastu

  • ert málsøkin og brennur fyri at hjálpa kundunum at røkka sínum málum

  • dugir væl at fáa og varðveita eitt gott samband við nýggjar kundar

  • hevur góð samskiftisevni og ert samstarvssinnað/ur

  • ert opin, framsøkin og nýhugsandi


Harumframt vænta vit, at tú ert fyrikomandi og gevur títt íkast til at skapa trivnað og eitt gott arbeiðsumhvørvi.

 

Vit bjóða

Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi.

Tú verður partur av einum fakliga sterkum og eldhugaðum toymi, ið leggur stóran dent á at tryggja kundanøgdsemi við ráðgeving, ið tekur støði í tørvinum hjá tí einstaka, og sum skapar virði fyri kundan.

Starvið er í fyrstu atløgu tíðaravmarkað til eitt ár.

 

Meira at vita

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Einar Tróndargjógv, deildarleiðara, á telefon 330637 / 230637 ella á eitr@banknordik.fo.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við lívsrensli og viðkomandi prógvum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. apríl 2022.

 

Søk starvið her.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv