Starvslýsing

Privatkundastjóri til deildina í Grønlandi

Kundi tú hugsað tær eitt starv, ið gevur tær møguleika at menna tínar leiðsluførleikar og samstundis fáa stórfingnar náttúruupplivingar? Vit sóknast í løtuni eftir einum privatkundastjóra til deildina í Nuuk.

Okkara virksemi í Grønlandi stendur seg væl, og alsamt fleiri kundar leggjast afturat. Málið er framhaldandi at vaksa um kundaskaran og at gera tað bæði lættari og betri at vera kundi. Tí sóknast vit nú eftir einum privatkundastjóra til at ganga á odda, tá ið tað ræður um at skapa góðar persónligar og talgildar upplivingar fyri allar okkara privatkundar í Grønlandi.

Tú verður partur av einum dugnaligum toymi og einari væl riknari deild í Nuuk, har vit hvønn dag ráðgeva kundum og geva okkara íkast til at stuðla undir eina burðardygga samfelagsmenning.

Um starvið

Starvið gevur tær góðar møguleikar fyri at gera tína ávirkan galdandi – bæði í mun til gerandisdagin á deildini og viðvíkjandi menningini av privatkundaøkinum. Høvuðsuppgávurnar eru m.a.:

  • At vera partur av leiðslutoyminum í Grønlandi
  • At hava leiðsluábyrgd fyri 13 dugnaligum starvsfólkum á privatkundaøkinum
  • At tryggja, at starvsfólk trívast og mennast, og at kundarnir eru væl nøgdir
  • At menna og skipa fyri ymiskum kundaátøkum


Um teg

Vit sóknast eftir tær, ið hevur hug og hegni at arbeiða fyri at geva kundunum eina uppaftur betri tænastu og uppliving, og sum dugir at síggja tingini úr ymiskum sjónarhornum. Vit ímynda okkum, at tú:

  • hevur viðkomandi royndir úr fíggjarheiminum og viðkomandi útbúgving
  • hevur leiðsluroyndir umframt ein stuðlandi leiðsluhátt
  • ert álitisvekjandi og fyrikomandi í sambandinum við starvsfólk og kundar
  • hevur áræði, finnur loysnir og dugir væl at skapa og varðveita sambond við ymisk fólk
  • hevur hug at ganga á odda og skapa góðar kundaupplivingar og góð úrslit


Vit bjóða

Eitt spennandi starv, ið gevur tær ein einstandandi møguleika fyri fakligari og persónligari menning, samstundis sum tú fært høvi at uppliva serstøku grønlendsku mentanina og náttúruna. Tú fært ein lyklaleiklut í framhaldandi menningini av bankanum á grønlendska marknaðinum og stóra ávirkan á, hvussu arbeiðið í gerandisdegnum verður lagt til rættis. Vit leggja vit stóran dent á trivnað og menning, og vit miða eftir einum jøvnum kynsbýti á leiðslustigi og á deildum. Løn og setanartreytir verða avtaðalar eftir royndum og førleikum.

Umsókn og nærri kunning

Um tú hevur spurningar viðvíkjandi starvinum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Turið F. Arge, rakstrarstjóra, á tel. 230 678 ella tfa@banknordik.fo.

Vit samstarva við Momentum Consulting í sambandi við hesa starvssetanina, og tí ert tú eisini vælkomin at seta teg í samband við Annbritt T. Nielsen frá Momentum á tel. +45 24831412, um tú vilt hava meira at vita.

Vit halda samrøður so hvørt og eru til reiðar at seta starvið skjótast gjørligt, tá ið rætti umsøkjarin er funnin. Tí mæla vit tær til at søkja starvið her skjótast gjørligt og í seinasta lagi 25. april 2022.

Um okkum

BankNordik-samtakið hevur deildir í Grønlandi og Føroyum umframt tryggingar- og húsameklararvirksemi í Føroyum. Umleið 200 starvsfólk eru í samtakinum, og á deildini í Nuuk starvast 20 fólk. Les meira á www.banknordik.gl.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv