Starvslýsing
Samskiftisfólk til Marknaðardeildina
Dugir tú at finna søgurnar, og dámar tær at gera torgreiddan boðskap lættan at skilja? So er tað kanska tær, vit leita eftir.
Vit leita eftir einum dugnaligum og ágrýtnum samskiftisfólki til Marknaðardeildina í Føroya Banka-samtakinum. Deildin hevur ábyrgd av samskifti, marknaðarføring, burðardygd og Investor Relations. Tú verður sostatt partur av einum fjølbroyttum arbeiðsdegi við nógvum ymiskum samskiftisuppgávum.
Talan er um eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi.
Um starvið
Sum samskiftisfólk fært tú saman við starvsfeløgunum á Marknaðardeildini ein virknan leiklut í at leggja til rættis og skapa bæði innanhýsis og uttanhýsis samskiftið hjá Føroya Banka-samtakinum í Føroyum og Grønlandi.
Ein stórur partur av arbeiðinum er at skriva og at arbeiða við tilfari til sosialar miðlar, heimasíður, tíðindi, framløgur, frágreiðingar og lýsingar.
Harumframt verða aðrar fjølbroyttar uppgávur eisini partur av gerandisdegnum.
Um teg
Vit ímynda okkum, at tú:
- dugir at skriva lætt, greitt og fangandi
- ert sera stinn/ur í føroyskum og donskum
- hugsar kreativt og hevur eyga fyri góðum søgum
- arbeiðir sjálvstøðugt
Vit bjóða
Tú fært eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleika at arbeiða við samskifti tvørvur um alt samtakið í Føroyum og Grønlandi.
Tú verður partur av einum dugnaligum, nærløgdum og fakliga sterkum toymi, har vit leggja dent á gott samstarv, høga fakliga góðsku og góð úrslit.
Vit vilja hava dugnalig og fjølbroytt starvsfólk og eru tilvitað um kynsbýtið bæði á leiðslustigi og á ymisku deildunum. Samstundis leggja vit stóran dent á góðan trivnað í gerandisdegnum og eina góða javnvág millum arbeiðslív og frítíð.
Ljóðar hetta sum eitt starv fyri teg?
Um starvið hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at søkja starvið her. Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu.
Freistin at søkja starvið er mánadagin 7. september 2026.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Rúnu N. Rasmussen, marknaðarleiðara, á tlf. 230478 ella á rr@bankin.fo.
Fleiri enn 200 starvsfólk starvast í Føroya Banka-samtakinum, sum hevur virksemi í Føroyum og í Grønlandi. Í 2026 vórðu vit kosin sum Føroya besta starvsfólkabrand.
