Starvslýsing
Starvsfólk til Kundatænastuna
Vit sóknast eftir einum dugnaligum, ágrýtnum og fyrikomandi starvsfólki til Kundatænastuna í høvuðssæti okkara at byrja skjótast gjørligt. Starvið er í fyrsta umfari tíðaravmarkað í eitt ár.
Starvið
Í BankNordik arbeiða vit miðvíst við at veita okkara kundum eina góða tænastu, og í hesum sambandi hevur Kundatænastan ein týðandi leiklut. Í Kundatænastuni leggja vit okkum eftir at veita eina skjóta, góða og smidliga ráðgeving. Uppgávurnar á deildini eru ymiskar og fevna m.a. um:
-
Telefonavgreiðslu
-
Kassaavgreiðslu
-
Ráðgeving
-
Netbankaavgreiðslu
Gerandisdagurin á deildini er fjølbroyttur og merktur av hjálpsemi og góðum samstarvi millum starvsfelagarnar. Vit leggja stóran dent á at gagnnýta styrkirnar hjá hvørjum einstøkum starvsfólki til fulnar og at varðveita eitt gott samanhald og eitt jaligt arbeiðsumhvørvi á deildini.
Starvið er í fyrstu atløgu tíðaravmarkað til eitt ár.
Førleikakrøv
Vit sóknast eftir tær, ið leggur dent á:
-
at veita kundunum eina góða tænastu
-
ert tænastusinnað/ur, ábyrgdarfull/ur og hevur ein jaligan hugburð
-
dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
-
ert opin, álítandi og fyrikomandi
-
dugir og tímir væl at samskifta við kundar á skrift og í talu
-
hevur bankaútbúgving ella hevur lisið fíggjarbúskap - hetta er ein fyrimunur, men ikki eitt krav
Harumframt vænta vit, at tú loysir tínar uppgávur við nærlagni, og at tú eisini gevur títt íkast til at skapa trivnað og eitt gott arbeiðsumhvørvi.
Vit bjóða
Tú verður partur av einum royndum og eldhugaðum toymi, ið hvønn dag veitir okkara kundum ráðgeving og hjálp. Í BankNordik leggja vit stóran dent á trivnað og menning, og vit bjóða eitt gott og nútímans arbeiðsumhvørvi.
Meira at vita
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Thorvald Petersen, leiðara í Kundatænastuni, á telefon 330548 / 230548 ella á tjp@banknordik.fo.
Umsókn
Skrivlig umsókn við lívsrensli og viðkomandi prógvum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. apríl 2022.
Søk starvið her.