Løn og arbeiðstíð
Næmingalønin er í byrjanini umleið 18.000 kr. um mánaðin 1. árið og 20.000 kr. um mánaðin 2. árið. Tá ið tú ert liðugt útbúgvin, er byrjanarlønin umleið 32.000 kr. um mánaðin.
Í føstum starvi í bankanum ert tú eisini við í eftirlønarskipan og samlagstrygging. Arbeiðstíðin er 37 tímar um vikuna. Lønin og arbeiðstíðin eru ásett í sáttmála millum Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum og Finansforbundet; sum er fakfelag fyri starvsfólk í fíggingarstovnum.