Hvítvasking

Hvítvasking er revsivert virksemi, og fíggjarstovnar hava ein avgerandi leiklut í at fanga hvítvasking, har tað verður roynt at fjala pening og gera ólógligan pening lógligan. Her á síðuni finnur tú kunnin um hvítvasking, góð ráð um at fyribyrgja hvítvasking, og hvussu vit arbeiða við tí.

Hvat er hvítvasking?

Hvítvasking er ólógligt virksemi, har roynt verður at fjala pening ella gera pening lógligan, sum annars er ólógligur. Tað kann vera stórar upphæddir ella smærri upphæddir. T.d. kann peningur verða fluttir til onnur lon dog kontur fyri at goyma upprunan til peningin. Hvítvasking kann brúkast til at fíggja ólógligt virksemi sum t.d. rúsevnishandil, menniskjahandil ella yvirgang. Sum samfelag er tað umráðandi, at vit taka hvítvasking í álvara og arbeiða saman fyri at basa tí. Fíggjarstovnar hava eina skyldu at seta í verk skipanir, sum skulu forða hvítvasking og boða frá, tá okkurt illgrunasamt fer fram.

Starvsfólk í fíggjarstovnum hava hesa skyldu, men allir borgarar í einum samfelagi eiga eisini at boða viðkomandi myndugleikum frá, tá tey verða varug við illgrunasamt virksemi. Harafturat eiga øll at ansa eftir persónligum upplýsingum og vera varin.

Góð ráð fyri at fyribyrgja hvítvasking

  • Boða frá illgrunasomum virksemi ella illgruna um hvítvasking. Eisini um tú verður biðin um at taka lut í einum ivasamum handli, sum tykist ólógligur, set teg so í samband við okkum.

  • Ansa eftir tínum persónligu upplýsingum. Brotsfólk stjala persónligar upplýsingar hjá øðrum til at hvítvaska pening við, so ver varin. Fært tú teldupostar, uppringingar ella annað, har tú verður biðin at lata persónligar upplýsingar, lat so vera við at svara og trýst ongantíð á nakað leinki.

  • Brúka bert kontur, sum tú kennir. Um onkur biður teg brúka onkra illgrunasama kontu, ella eina kontu, tú ikki kennir, skalt tú siga nei og boða okkum frá. Hetta kann vera eitt tekin um hvítvasking.

Hvørjar skyldur hava vit sum fíggjarstovnur?

  • Tað er álagt okkum at kenna okkara kundar. Vit skulu kenna tína støðu, tínar vanligu inntøkukeldur, nýtslumynstur o.a. Tí er tað umráðandi, at tú sum kundi gevur okkum tær upplýsingarnar, sum vit hava tørv á – hetta er fyri at vit kunnu eyðkenna teg og tínar flytingar. Jú meira vit vita um teg, jú lættari er tað hjá okkum at varnast illgrunasamt virksemi, sum tú kanst verða útsett/ur fyri.
  • Vit hava lógarskyldu til at dagføra upplýsingar javnan, og tað er eisini lógarkrav, at spurningar, sum vit seta tær, verða svaraðir. Hetta er eisini fyri at verja teg.

  • Tá ið vit hava ivamál, so setur eitt starvsfólk í bankanum seg í samband við teg, antin umvegis telefon ella teldupost. Tað kann vera okkurt annað starvsfólk enn tín ráðgevi.

Hvat skalt tú gera?

Um okkum tørvar vitan um teg ella onkra flyting, tú hevur gjørt til dømis, so er umráðandi, at tú greiðir okkum frá flytingini. Tað er eisini umráðandi, at tú sendir okkum neyðug skjøl, um tørvur er á tí. Hetta er fyri, at alt er rætt skrásett í skipanini hjá okkum og ikki sær illgrunasamt út, og ikki tí, at tú hevur gjørt nakað skeivt.

Hvat brúka vit upplýsingarnar til?

Upplýsingarnar verða skrásettar í skipanini, so allar upplýsingar um teg eru dagførdar. Vit viðgerða upplýsingarnar í trúnaði, og tær verða ikki latnar øðrum.