Ókeypis tiltak
Vel Føroyar
Saman við Atlantic Airways bjóða vit til kveikjandi útisetakvøld, har tú fært viðkomandi kunning um alt, tú hevur tørv á at vita, tá tú velur Føroyar.
Eisini bjóða vit lekkrar brellbitar við føroyskum laksi frá Hiddenfjord, kaldar føroyskar øl, føroyskt vatn, leskiliga sjokulátu frá Gómagott og framførslu við ongum øðrum enn RSP.
Vinn
- Flytipakka frá Smyril Line, virði 21.000 kr.
- SVEIGGJ frá Atlantic Airways
Gávuposi til fyrstu 100 gestirnar
Fyrstu 100 gestirnir fáa ein gávuposa við heili 1 kg. royktum laksi frá Hiddenfjord 🤩
Pallborðsfundur
Serfrøðingar í tolli, barnsburðarfarloyvi, føroyskum størvum, barnaansing, bústøðum, bústaðarlánum o.s.fr. verða í panelinum. Møguleiki verður at seta serfrøðingunum dulnevndar spurningar.
Landsliðsvenjarin í hondbólti, Peter Bredsdorff-Larsen, fer at hugleiða um, hví hann valdi Føroyar, og hvussu tú setur eitt vinnaratoymi saman - bæði innan ítróttin og í øðrum toymum.
Luttakarar
- ALS – Arbeiðsleys/ur í Føroyum
-
Taks - Tollur, skattur og barnsburðarfarloyvi
-
Tórshavnar Kommuna - Barnaansing, grundstykkir o.a.
-
Íverksetarahúsið - Hjálp og góð ráð til íverksetarar
-
Føroya Banki - Bústaðarfígging
- Skyn - Føroyski bústaðarmarknaðurin
-
Fyrilestur
Peter Bredsdorff-Larsen hugleðir um, hví hann valdi Føroyar, og hvussu tú setur eitt vinnaratoymi saman
-
Sofaprát
við landsliðsleikararnar, Paula Jacobsen og Paula Mittún. Her verður eisini møguleiki at spyrja teir um eitthvørt.
-
RSP
Nær og hvar
Nær: 15. mai kl. 19
Hvar: Norðuratlantsbryggjan, Strandgade 91, 5. hædd
Flyta til Føroya?
Fá eina fullfíggjaða flytivegleiðing frá okkum. Fylg hesi vegleiðingini, so ert tú longu væl á veg.