Netbankin
Við Netbankanum er lætt at avgreiða tíni bankaviðurskifti, tá tær lystir.
Yvirlit yvir tíni fíggjarviðurskifti
Netbankin er ein løtt, trygg og bílig loysn, ið gevur tær samlaða yvirlitið yvir tíni fíggjarviðurskifti. Tú sparir bæði tíð og ómaksgjøld, tá ið tú gagnnýtir nógvu møguleikarnar, ið Netbankin hevur at bjóða.
Stutt og greitt um Netbankan
Við Netbankanum kanst tú:
- Leggja fíggjarætlan
- Stovna og broyta í gjaldsavtalum
- Fáa yvirlit yvir tínar kontur og bókingar
- Gjalda rokningar
- Síggja tína pin-kotu og sperra kort
- Síggja bústaðarlán
- Flyta pening á kontu í bæði føroyskum og donskum banka
- Keypa og selja partabrøv
- Samskifta beinleiðis við tín kundaráðgeva
Í Netbankanum kanst tú eisini
Røkta virðisbrøv og íløgur
Við Netbankanum ber til at keypa og selja virðisbrøv, tá tær lystir fyri ein væl lægri kostnað. Eisini kanst tú í friði og náðum fylgja tínum íløgum og samanbera tær við onnur virðisbrøv, soleiðis at tú altíð hevur fult yvirlit yvir tínar íløgur.
Samskifta við ráðgevan
Tú kanst samskifta beinleiðis við tín kundaráðgeva umvegis Netbankan - tað er lætt og trygt. Tað er líka lætt sum at senda eitt vanligt teldubræv, men trygdin er betri. Eisini kanst tú trygt senda ymisk skjøl umvegis Netbankan.