Sólblómulinjan

Sólblómuráðgevingin

Hevur tú eitt ósjónligt brek, sum fær teg til at halda teg aftur við at ringja ella skriva til bankan? 
Vit hava gjørt eina sólblómuráðgeving, soleiðis at øll tey, ið bera eitt ósjónligt brek, kunnu vera møtt við serligum tolsemi, ró, tryggleika og stuðli. 

 


Sólblómuband

Visti tú

at tú kanst fáa eitt sólblómuband á øllum okkara deildum? Sólblómubandið er eitt altjóða eyðkenni fyri fólk við ósjónligum breki.

Um Sólblómuskipanina

Sólblómuskipanin er ein altjóða skipan, ið hjálpir fólki við ósjónligum breki.
Áleið sættihvør hevur eitt ósjónligt brek. Sum ein stór fyritøka við nógvum ymiskum starvsfólkum og kundum er tað týdningarmikið fyri okkum at geva øllum eina trygga og góða uppliving í bankanum - eisini fólki við ósjónligum breki. 
Okkara starvsfólk hava fingið undirvísing í Sólblómuskipanini. Tá ið tú setur teg í samband við okkara sólblómuráðgeving, spyrja okkara starvsfólk ikki hvat feilar, men vísa serlig atlit við tolsemi, ró, tryggleika og stuðli.

Tú kanst lesa meira um Sólblómuskipanina á www.hdsunflower.com/dk


Bílegg sólblómufund

Tú kanst útfylla teigarnar niðanfyri og sostatt bíleggja tær ein sólblómufund.

Tann ráðgevin, sum hevur fund við teg, kennir væl til Sólblómuskipanina og til ósjónlig brek og vísir tí eyka atlit við tolsemi, ró, tryggleika og stuðli.