Børn og talgild álop
Fleiri børn og ung hava fingið sokallað phishing sms-boð í gjár, t.e. følsk boð frá svikarum. Fleiri foreldur hava varnast tað, men kanska títt barn hevur fingið phishing sms-boð, uttan at tú veitst av? Fyri børn kann tað vera serliga trupult at vita, nær okkurt er svik. Talgildu svikararnir duga væl at lokka børn og ung, og tí er umráðandi at foreldur fylgja væl við talgildu nýtsluni hjá børnunum.
Her eru nøkur góð ráð:
1) Lær barnið, hvørjir upplýsingar eru persónligir og skulu verjast
2) Set teg inn í mest vanligu svikini móti børnum
3) Spyr og vís áhuga fyri sosialu miðlunum hjá barninum
4) Skapa góðar karmar at tosa um talgilda nýtslu og talgildar vandar
Tað er umráðandi at hava góðar samrøður um talgildu vandarnar, so børn koma til foreldrini, tá tey varnast okkurt óvanligt ella hava latið sínar persónligu upplýsingar av óvart. Les meira um góð ráð her.
Hevur títt barn trýst á leinkið í gjár og møguliga latið sínar persónligu upplýsingar, so sperrið kortið beinanvegin. Tað kann gerast beinleiðis inni í Netbankanum.