Nýggjar treytir fyri Nordik360
Tann 1. apríl 2020 fáa nógvir kundar nýggjar treytir í bankanum. Eitt nú verður fyrimunaskipanin Nordik360 broytt.
Fíggjarheimurin er í hesum døgum fyri stórum broytingum, og eitt nú leggur lága rentustøðið trýst á inntøkurnar hjá peningastovnum. Tá ið vit í 2013 fóru undir at bjóða fyrimunaskipanina Nordik360, vóru marknaðarumstøðurnar tískil øðrvísi enn í dag. Okkara fremsta mál er at geva kundunum ta bestu ráðgevingina og at reka skynsamt bankavirksemi – tí tillaga vit fyrimunaskipanina til broyttu umstøðurnar frá 1. apríl 2020.
Um broytingarnar ávirka teg sum kunda, hevur tú fingið eitt bræv frá okkum hesum viðvíkjandi.
Yvirlit yvir broytingar
-
Vit tillaga fyrimunaskipanina, so hon frameftir bert fer at hava tvey stig: Nordik+ og NordikPremium. Fyri at gerast Nordik+ kundi er tað neyðugt at hava samlað fíggjarviðurskifti í bankanum fyri í minsta lagi 400.000 kr., og fyri at vera NordikPremium-kundi, skulu kundar hava 1 mió. kr. í samlaðum fíggjarviðurskiftum.
-
Fyrimunaskipanin verður lagað eftir nútíðar marknaðarumstøðunum, og sostatt fara innlán ikki longur at telja við, tá ið samlaðu fíggjarviðurskiftini hjá kundunum verða gjørd upp. Kundar, ið bert hava innlán í bankanum, fara tískil ikki longur av vera partur av fyrimunaskipanini. Samstundis verða avsláttrar og onnur gjøld tillagað.
Her sært tú, hvussu vit rokna tíni samlaðu fíggjarviðurskifti
Meira at vita
Vit hava savnað spurningar og svar niðanfyri, sum vónandi kunnu hjálpa tær. Hevur tú aðrar spurningar í sambandi við broytingarnar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Her finnur tú eitt yvirlit yvir okkara deildir og ráðgevar
Spurningar og svar
Hvar síggi eg nýggju prísirnar og treytirnar?
Hvørjar treytir skal eg lúka fyri at vera við í fyrimunaskipanini eftir 1. apríl?
Her sært tú, hvussu tíni samlaðu fíggjarviðurskifti verða roknað.
Hvønn týdning hevur tað, um míni fíggjarviðurskifti broytast?
Um tíni samlaðu fíggjarviðurskifti í bankanum broytast, og tú tískil skalt flyta til eitt annað stig í fyrimunaskipanini – t.d. frá Nordik+ til NordikPremium – fer hetta at henda sjálvvirkandi.
Um tú ikki ert við í fyrimunaskipanini í dag, og tíni samlaðu fíggjarviðurskifti í bankanum broytast og verða minst 400.000 kr., fært tú atgongd til fyrimunaskipanina.
Her sært tú, hvussu tíni samlaðu fíggjarviðurskifti verða roknað.