BankNordik letur Femju og Angelu legat til nýggja útbúgving 25. juni 2019 Eldri tíðindi

Tá ið nýggi norðuratlantiski studentaflokkurin byrjar í august, verða 16 ára gamla Angela Djurhuus úr Kollafirði og 16 ára gamla Femja Poulsen úr Havn millum teir 32 næmingarnar í flokkinum. Báðar hava fingið 75.000 kr. í útbúgvingarlegati frá BankNordik.

Nýggja útbúgvingin gevur ungum í Norðuratlantshavi møguleika at nema sær eina heilt serliga og fjølbroytta studentsútbúgving, samstundis sum tey lesandi fáa høvi at búgva í fleiri londum og uppliva ymiskar mentanir. Skúlagongdin tey trý útbúgvingarárini verður nevniliga býtt millum Danmark, Føroyar, Ísland og Grønland.

150.000 kr. í legati
Av tí at tey lesandi fara at hava útreiðslur til vistarhald og ferðing millum tey fýra londini, letur BankNordik til samans 150.000 kr. í útbúgvingarlegati, ið skal lætta um fíggjarligu byrðuna hjá teimum ungu. Femja Poulsen og Angela Djurhuus, sum báðar søktu legatið til útbúgvingina, eru fegnar um fíggjarliga stuðulin frá BankNordik í lestrartíðini, og tær gleða seg til skúlabyrjan.

“Tað er sera spennandi at sleppa uttanlands at lesa og samstundis kunna ferðast og uppliva eina rúgvu”, sigur Femja. Eisini Angela væntar sær eina spennandi skúlagongd í norðuratlantiska studentaflokkinum. “Eg havi valt júst hesa útbúgving, tí hon gevur mær møguleika at royna nakað áhugavert og øðrvísi, samstundis sum eg vóni at fáa vinfólk úr ymiskum londum,” sigur Angela.

Trý ár, fýra lond

Eftir summarfrítíðina fara Femja og Angela saman við hinum næmingunum í norðuratlantiska studentaflokkinum til Danmarkar, har tær skulu ganga í 1.g. Í 2.g gongur leiðin til Kambsdals í Føroyum og harnæst til Íslands, og síðani skulu tær skulu ganga í 3.g í Grønlandi.

BankNordik vónar, at legatið kemur væl við hjá teimum lesandi. ”Vit vilja fegin stuðla føroyskum ungdómi í at mennast fakliga og mentanarliga, og við norðuratlantiska studentaflokkinum fáa tey lesandi høvi at uppliva ymiskar mentanir og útbúgvingarstovnar, sum vónandi kann vera við til at geva teimum góðan lærdóm og víðka teirra sjónarring”, sigur Anja Rein, privatkundastjóri í BankNordik.

Hetta er fyrstu ferð, at norðuratlantiski studentaflokkurin verður royndur. Til ber at lesa meira um útbúgvingina á www.nordatlantisk.dk.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv