BankNordik broytir renturnar
Í næstum broytir BankNordik renturnar á privatum og vinnuligum innlánum. Rentubroytingin er ein avleiðing av yvirskipaðu gongdini á marknaðinum og áhaldandi negativu rentuni hjá tjóðbankanum.
Gongdin á marknaðinum hevur við sær, at BankNordik í rúma tíð hevur havt beinleiðis útreiðslur av teimum innlánum, sum kundar hava standandi í bankanum. Av tí at útlit ikki eru fyri, at renturnar fara at hækka fyribils, og til tess at viga upp ímóti útreiðslunum, ið lága rentustøðið hevur við sær, verða innlánsrentur lækkaðar í næstum.
Renturnar á vinnuligum innlánum omanfyri 100.000 kr. lækka niður í -0,30% og -0,50% p.a. Rentan á privatum innlánskontum lækkar niður í 0,00% p.a. Tó verður rentan 0,10% p.a. á Barnasamansparing og NordikSolo-samansparing við upphæddum omanfyri 25.000 kr. Sostatt fáa privatkundar ikki negativa rentu.
”Lága rentustøðið er ein fyrimunur fyri tey, sum í hesum døgum taka lán til bústaðin, men er harafturímóti minni gott fyri kundar, sum spara saman á einari vanligari kontu. Fyrr í ár væntaðu vit, at renturnar fóru at hækka, men nú eru ikki útlit fyri rentuhækking fyribils. Tí tillaga vit okkara rentur, so tær í størri mun samsvara við gongdina á marknaðinum. Eitt nú er rentan á einum statslánsbrævi í løtuni -0,90%, og á einum realkredittlánsbrævi er hon -0,70%,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.
Tað ber til at økja møguleikan fyri størri avkasti á íløgumarknaðinum, men hetta hevur samstundis ein ávísan váða við sær. Tað ber til at gera íløgur gjøgnum Netbankan ella at fáa serfrøðingar at røkta íløgurnar. Meira fæst at vita um møguleikarnar á íløgumarknaðinum við at seta seg í samband við okkum.
Privat innlán |
Nýggj renta |
Rentubroytingin fær virknað |
|
Allar innlánsrentur Tó eru Barnasamansparing og NordikSolo-samansparing undantiknar* |
0,00% p.a. |
4. oktober 2019 |
|
Vinnulig innlán** |
Nýggj renta |
Rentubroytingin fær virknað |
|
0 – 100.000 kr. |
0,00% p.a. |
18. september 2019 |
|
100.000 kr. – 1 mió. kr. |
-0,30% p.a. |
18. september 2019 |
|
Omanfyri 1 mió. kr. |
-0,50% p.a. |
18. september 2019 |
* Rentan á Barnasamansparing verður 0,10% p.a., og á NordikSolo-samansparing verður rentan 0,10% p.a. av upphæddum omanfyri 25.000 kr.
**galdandi fyri samanløgdu innlán kundans
Broytingarnar verða at síggja á banknordik.fo/prisir, tá ið tær fáa gildi.
Nærri kunning
Árni Ellefsen, forstjóri, tel: 230 348